Bible App logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 14

14
Lambið við fylgi sínum
1Og eg sá, og sí: Lambið stóð á Sionfjalli, og við tí hundrað og fýrati og fýra túsund, sum høvdu navn tess og navn faðirs tess skrivað á ennum sínum. 2Og eg hoyrdi rødd av himni, sum suð av mongum vøtnum og sum dun av harðari toru, og røddin, sum eg hoyrdi, var sum harpuljómur, tá ið harpuleikarar sláa harpur sínar. 3Og teir sungu nýggjan song framman fyri hásætinum og framman fyri hinum fýra verunum og hinum elstu; og eingin kundi læra songin uttan hinir hundrað og fýrati og fýra túsund, teir, sum út eru loystir frá jørðini. 4Hetta eru teir, sum ikki hava dálkað seg við kvinnum, tí at teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, sum fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru loystir út frá monnum til ein frumgróður hjá Guði og lambinum. 5Og í munni teirra var eingin lygn at finna; tí at teir eru lýtaleysir.
Tríggir einglar boða dóm
6Og eg sá annan eingil fljúgva uppi undir miðhimninum; hann hevði ævigan gleðiboðskap at boða teimum, sum á jørðini búgva, og øllum fólkasløgum og ættargreinum og tungumálum og tjóðum; 7og hann segði við harðari reyst: «Óttist Guð og gevið honum æru, tí at komin er tími dóms hansara, og tilbiðið tann, sum gjørdi himmalin og jørðina og havið og vatnskeldurnar. 8Og uppaftur annar eingil kom aftaná og segði: «Fallin er, fallin er Bábylon hin mikla, sum skonkt hevur øllum fólkasløgum av vreiði-víni hordóms síns.» 9Og uppaftur triði eingil kom aftan á teir og segði við harðari reyst: «Um einhvør tilbiður djórið og mynd tess og fær merki á enni sítt ella hond sína; 10tá skal hann eisini drekka av vreiði-víni Guðs, sum skonkt er óblandað í vreiði-bikar hansara, og hann skal verða píndur í eldi og svávuli fyri eygunum á heilagum einglum og fyri eygunum á lambinum. 11Og roykurin av pínslu teirra stígur upp um aldur og allar ævir, og ikki hava teir hvíld dag og nátt, teir sum tilbiðja djórið og mynd tess, og ein og hvør tann, sum tekur merki navns tess.»
Fyrijáttan til hinar heilagu
12Her ræður um tolmóðina hjá hinum heilagu, teimum sum varðveita Guðs boð og trúnna á Jesus. 13Og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: «Skriva: Sælir eru hinir deyðu, sum í Harranum doyggja hereftir! Ja, sigur andin, teir skulu fáa hvíld frá møði síni, tí at gerningar teirra fylgja teimum.»
Menniskjusonurin sker akur sín
14Og eg sá, og sí: Hvítt skýggj, og á skýinum sat ein, líkur menniskjusyni, og hann hevði gullkrúnu á høvdinum, og í hondini hvassan akurknív. 15Og annar eingil kom út úr templinum; hann rópaði við harðari rødd til hansara, sum á skýinum sat: «Ber út akurknív tín og sker; tí at tímin til at skera er komin, tí at akur jarðarinnar er staðin.» 16Og tann, sum á skýinum sat, brá akurknívi sínum út um jørðina, og jørðin varð skorin.
Guðs vreiði-vínpersa
17Og annar eingil kom út úr templinum á himni, og eisini hann hevði hvassan akurknív. 18Og annar eingil kom út frá altarinum, og hann hevði vald yvir eldinum, og hann rópaði við harðari rødd til hansara, sum hevði hin hvassa akurknívin, og segði: «Ber út hvassa akurknív tín, og sker vínberini av víntræi jarðarinnar, tí at vínberini á tí eru staðin!» 19Og eingilin brá akurknívi sínum út um jørðina, og skar fruktina av víntræi jarðarinnar og kastaði hana í Guðs stóru vreiði-vínpersu. 20Og vínpersan varð troðin uttan fyri staðin, og blóð kom út av vínpersuni, so at tað tók upp undir boygslini á hestunum, so langt sum eitt túsund og seks hundrað stádiur.

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in