Jóhannesar opinbering 13
13
Djórið úr havinum
1Og eg sá djór stíga upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, og á hornunum á tí vóru tíggju krúnur, og á høvdunum á tí vóru gudsspottanar nøvn. 2Og djórið, sum eg sá, var líkt leopardu, og føturnir á tí vóru sum bjarnarføtur, og munnurin á tí sum leyvumunnur, og drekin gav tí mátt sín og hásæti sítt og stórt vald. 3Og eg sá eitt av høvdunum á tí, sum var tað sært til ólívis, og banasár tess varð grøtt, og øll jørðin fylgdi við undran djórinum. 4Og teir tilbóðu drekan, av tí at hann hevði givið djórinum valdið; og teir tilbóðu djórið og søgdu: «Hvør er djórsins javni, og hvør er mentur at stríðast móti tí?» 5Og tí varð givin munnur, sum talaði stór orð og spottanir, og tí varð givið vald til at virka í fýrati og tveir mánaðir. 6Og tað læt upp munn sín til spottanir móti Guði, til at spotta navn hansara og tjaldbúð hansara, tey sum búgva á himni. 7Og tí varð givið at taka upp stríð móti hinum heilagu og at vinna á teimum, og tí varð givið vald yvir eini og hvørji ættargrein og eini og hvørji tjóð og einum og hvørjum tungumáli og einum og hvørjum fólkaslagi. 8Og allir teir, sum á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, ein og hvør tann, sum ikki frá tí, at verøldin varð grundað, eigur navn sítt skrivað í lívsins bók hjá lambinum, sum er dripið. 9Um einhvør hevur oyra, tá hoyri hann! 10Um einhvør koyrir í fongsil, skal hann verða koyrdur í fongsil; um einhvør drepur við svørði, skal hann verða dripin við svørði. Her ræður um tolmóðina og trúnna hjá hinum heilagu.
Djórið úr jørðini, tænari hjá hinum fyrra
11Og eg sá annað djór stíga upp úr jørðini, og tað hevði tvey horn lík lambshornum, og tað talaði eins og dreki. 12Og tað útinnir alt valdið hjá hinum fyrra djórinum fyri eygunum á tí, og tað fær jørðina og teir, sum á henni búgva, til at tilbiðja hitt fyrra djórið, sum banasárið varð grøtt á. 13Og tað ger mikil tekin, so at tað eisini fær eld at falla niður av himni á jørðina fyri eygunum á monnum. 14Og tað villleiðir teir, sum búgva á jørðini við teknunum, sum tí varð givið at gera fyri eygunum á djórinum, og tað sigur við teir, sum búgva á jørðini, at teir skulu gera mynd av djórinum, sum hevur sárið av svørðinum og kom til lívs. 15Og tí varð givið vald til at geva mynd djórsins anda, so at mynd djórsins eisini kundi tala og gera tað, at allir teir, sum ikki vildu tilbiðja mynd djórsins, skuldu verða dripnir. 16Og tað fær allar, bæði smáar og stórar, bæði ríkar og fátækar, bæði frælsar og trælar til at seta sær merki á høgru hond sína ella á enni sítt, 17fyri at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, sum hevur merkið, navn djórsins ella tal navns tess. 18Her ræður um vísdómin. Tann, sum hevur skil, hann rokni tal djórsins; tí at tað er tal mans, og tal hansara er seks hundrað og seksti og seks.
Currently Selected:
Jóhannesar opinbering 13: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society