Og uppaftur triði eingil kom aftan á teir og segði við harðari reyst: «Um einhvør tilbiður djórið og mynd tess og fær merki á enni sítt ella hond sína; tá skal hann eisini drekka av vreiði-víni Guðs, sum skonkt er óblandað í vreiði-bikar hansara, og hann skal verða píndur í eldi og svávuli fyri eygunum á heilagum einglum og fyri eygunum á lambinum. Og roykurin av pínslu teirra stígur upp um aldur og allar ævir, og ikki hava teir hvíld dag og nátt, teir sum tilbiðja djórið og mynd tess, og ein og hvør tann, sum tekur merki navns tess.»