Jóhannesar opinbering 15
15
Sjey einglar við sjey plágum; songur Mósesar og lambsins
1Og eg sá annað tekin á himni, stórt og undurfult: sjey einglar, sum høvdu hinar sjey síðstu plágurnar, tí at við teimum er vreiði Guðs fullførd. 2Og eg sá sum glarhav blandað við eldi, og eg sá teir, sum høvdu vunnið sigur á djórinum og á mynd tess og á tali navns tess, standa við glarhavið og halda á hørpum Guðs. 3Og teir sungu song Mósesar, tænara Guðs, og song lambsins, og søgdu: «Stórir og undurfullir eru gerningar tínir, Harrin Guð, tú alvaldi. Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú kongur fólkanna! 4Hvør skuldi ikki óttast, Harri, og prísa navni tínum? Tí at tú eina ert heilagur, tí at øll fólkasløg skulu koma og tilbiðja fyri ásjón tíni, tí at tínir rættvísu dómar eru vorðnir opinberir!» 5Og eftir hetta sá eg, og upp varð latið vitnisburðar-tjaldbúðar-templið á himni. 6Og hinir sjey einglarnir, sum høvdu hinar sjey plágurnar, gingu út úr templinum, klæddir í reinum skínandi líni og gyrdir við gullbeltum um bringu. 7Og ein av hinum fýra verunum fekk hinum sjey einglunum sjey gullskálir, fullar av vreiði Guðs, hann sum livir um aldur og allar ævir. 8Og templið fyltist av royki av dýrd Guðs og av mátti hansara; og eingin kundi ganga inn í templið, fyrr enn hinar sjey plágurnar frá hinum sjey einglunum vóru endaðar.
Currently Selected:
Jóhannesar opinbering 15: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society