Og tað villleiðir teir, sum búgva á jørðini við teknunum, sum tí varð givið at gera fyri eygunum á djórinum, og tað sigur við teir, sum búgva á jørðini, at teir skulu gera mynd av djórinum, sum hevur sárið av svørðinum og kom til lívs. Og tí varð givið vald til at geva mynd djórsins anda, so at mynd djórsins eisini kundi tala og gera tað, at allir teir, sum ikki vildu tilbiðja mynd djórsins, skuldu verða dripnir.