Bible App logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 12

12
Kvinnan og drekin
1Og stórt tekin kom til sjóndar á himni: kvinna klædd í sólini, og mánin var undir fótum hennara, og á høvdi hennara var krúna av tólv stjørnum. 2Og hon var við barn, og hon rópaði í barnsneyð og í føðingarverkjum. 3Og annað tekin kom til sjóndar á himni, og sí: stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn, og á høvdunum sjey krúnur. 4Og hali hansara tók triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær oman á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, sum komin var at eiga barn, fyri at gloypa barni hennara, tá ið hon hevði átt tað. 5Og hon føddi son, sveinsbarn, sum stýra skal øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð ript burtur til Guðs og til hásætis hansara. 6Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina, har sum hon hevur stað gjørdan til av Guði, til tess at tey skulu føða hana har í eitt túsund og tvey hundrað og seksti dagar.
Mikael stríðist móti drekanum
7Og stríð kom í á himni: Mikael og einglar hansara stríddust móti drekanum, og drekin stríddist og einglar hansara. 8Og teir vóru við undirlutan, og staður teirra varð heldur ikki longur at finna á himni. 9Og hin stóri drekin varð stoyttur oman, hin gamli ormurin, sum kallast djevul og Sátan, hann sum villleiðir allan mannaheimin, – hann varð stoyttur oman á jørðina, og einglar hansara vórðu stoyttir oman við honum. 10Og eg hoyrdi harða rødd á himni, sum segði: «Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara; tí at klagari brøðra vára er stoyttur oman, hann sum klagaði teir fyri Guði várum dag og nátt. 11Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins og vegna orð vitnisburðar síns, og ikki var teimum lívið so kært, at deyði øgdi teir. 12Fegnist tí, himnar, og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.»
Drekin eltir kvinnuna til tess at meina hana
13Og tá ið drekin sá, at hann var stoyttur oman á jørðina, elti hann kvinnuna, sum hevði átt sveinsbarnið. 14Og kvinnuni vórðu givnir veingirnir tveir av hini miklu ørnini, fyri at hon skuldi fljúgva út í oyðimørkina á stað sín, har sum hon fær føðslu sína tíð og tíðir og hálva tíð, langt burtur úr eygsýni ormsins. 15Og ormurin sprændi vatn út úr munni sínum aftan á kvinnuna, eins og eina á, fyri at skola hana burtur við streyminum. 16Og jørðin kom kvinnuni til hjálpar, og jørðin opnaði munn sín og svølgdi ánna, sum drekin sprændi út úr munni sínum. 17Og drekin gjørdist kvinnuni vreiður og fór burtur fyri at taka upp stríð móti hinum av avkomi hennara, teimum sum varðveita Guðs boð og hava Jesu vitnisburð. 18Og hann tók støðu á sandinum við havið.

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in