Sálmarnir 91
91
1Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans, 2sum sigur til Harrans: «Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!» 3Tí hann tær vil bjarga frá jagarans snerru, frá drepandi sótt. 4Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur. 5Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi; 6ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið. 7Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti vernd er og verja. 8Bert við tínum eygum skalt tú tað síggja, revsing teirra gudleysu fært tú at skoða. 9Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól. 10Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi. 11Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. 12Á hondum skulu teir teg bera, at tú ei fót tín skal meiða á nøkrum steini. 13Tú treður á slangur og ormar, leyvur og drekar traðkar tú niður. 14«Tí at hann meg elskar, eg honum hjálpi, eg honum bjargi, tí hann kennir navn mítt; 15kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru. 16Við æviskeiði longum eg hann vil metta og lata hann skoða frelsu mína!»
Currently Selected:
Sálmarnir 91: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society