YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 90

90
Ein bøn av Guðsmanninum Mósesi.
1Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt. 2Áðrenn fjøllini vórðu til, áðrenn jørð og heimur vórðu fødd, um aldur og allar ævir ert tú, o Guð! 3Tú menniskjurnar aftur til moldar letur venda, tú býður: «Komið aftur tit menniskjunnar børn!» 4Tí fyri tær eru túsund ár sum dagurin í gjár, tá hann liðin er, og sum náttarvøka ein. 5Tú rykkir tey burtur, sum ein svøvnur tey verða, á morgni tey eru sum grasið, ið grør; 6á morgni tað blómar og grør, á kvøldi tað følnar og doyr. 7Tí vit ganga til av vreiði tíni, vit óttast av ilsku tíni. 8Tú sett hevur misgerðir várar tær fyri eygu, várar duldu syndir fyri andlits tíns ljós. 9Allir várir dagar fara í vreiði tíni, sum kongurvág hvørva okkara ár. 10Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað. 11Hvør kennir máttin í vreiði tíni og ilsku tína svá, sum óttin fyri tær tað krevur? 12At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa! 13Vend aftur, Harri! Hvussu leingi tó! Hav várkunn við tænarum tínum! 14Metta okkum við miskunn tíni um morguntíð, lat okkum gleðast og fegnast allar várar dagar! 15Gev okkum gleði fyri teir dagar, tú okkum nívdi, fyri tey ár, tá ið vit høvdu tað ringt! 16Kunnger títt verk fyri tænarum tínum, og tína dýrd fyri sonum tínum. 17Harrans Guðs várs yndi yvir okkum veri! Tað, várar hendur havast at, fyri okkum tú fremji! Ja, frem tú handaverk vár!

Currently Selected:

Sálmarnir 90: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in