1
Sálmarnir 91:2
BÍBLIA
FB
sum sigur til Harrans: «Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!»
Compare
Explore Sálmarnir 91:2
2
Sálmarnir 91:1
Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans
Explore Sálmarnir 91:1
3
Sálmarnir 91:15
kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru.
Explore Sálmarnir 91:15
4
Sálmarnir 91:11
Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum.
Explore Sálmarnir 91:11
5
Sálmarnir 91:4
Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur.
Explore Sálmarnir 91:4
6
Sálmarnir 91:9-10
Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól. Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi.
Explore Sálmarnir 91:9-10
7
Sálmarnir 91:3
Tí hann tær vil bjarga frá jagarans snerru, frá drepandi sótt.
Explore Sálmarnir 91:3
8
Sálmarnir 91:7
Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti vernd er og verja.
Explore Sálmarnir 91:7
9
Sálmarnir 91:5-6
Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi; ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið.
Explore Sálmarnir 91:5-6