Sálmarnir 92
92
1Ein sálmur, ein songur, á hvíludeginum. 2Gott tað er Harranum at prísa, og tínum navni at lova, tú hægsti, 3árla at boða av góðsku tíni, og á náttartíð av trúfesti tíni, 4við tíggjustrengdari hørpu og við saltri, við føgrum sittarasláttri. 5Tí tú, Harri, meg gleddi við gerningi tínum, um handaverk tíni eg frøa meg má. 6Hvør miklir eru, Harri, gerningar tínir, ovurdjúpur er hugur tín! 7Bert ein býttlingur fatar tað ikki, einum dára skilst hetta ikki. 8Tá ið illmenni gróðu sum grasið, og allir níðingar stóðu í blóma, var tað bert fyri at farast med alla. 9Men um ævir, Harri, í hátign tú situr! 10Tí sí, tínir fíggindar fara til grundar, allir níðingar verða sundraðir burtur! 11Tú letur hornið meg bera sum villoksin hátt, tú meg leskað hevur við frískari olju. 12Fegið skal eyga mítt líta at fíggindum mínum, við lyst skal oyra mítt hoyra um hatarar mínar. 13Hin rættvísi veksur sum pálmin, sum Libanons sedristræ grør hann. 14Teir plantaðir eru í Harrans húsi, í Guðs várs forgørðum blóma teir. 15Sjálvt í ellini teir ávøkst bera, eru gróðrarmiklir og grønkast, 16til tess at lýsa, at Harrin rættvísur er, og hjá kletti mínum eingin órættur er.
Currently Selected:
Sálmarnir 92: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society