YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 103

103
Av Dávidi.
1Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans! 2Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans! 3Hann fyrigevur øll misbrot tíni, hann grøðir allar sóttir tínar, 4hann lív títt frá grøvini loysir, hann teg við miskunn og mildleika krýnir. 5Hann lyst tína mettar við lukku, tín ungdómur verður nýggjur sum ørnin. 6Harrin rættvísi innir og rætt móti øllum, ið órætt líða. 7Hann kunngjørdi Mósesi vegir sínar, Ísraels børnum stórverk síni. 8Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn. 9Hann vil ikki altíð seta at okkum og ikki goyma vreiði sína um ævir. 10Hann fer ikki við okkum eftir syndum várum og lønir okkum ikki eftir misbrotum várum. 11Nei, sum himin er háur yvir jørð, so er miskunn hans stór mót teim, sum hann óttast, 12sum eystrið er fjarlagt frá vestri, so hevur hann firrað misgerðir várar frá okkum. 13Sum ein faðir er mildur mót børnum sínum, so er Harrin mildur mót teim, sum hann óttast; 14tí forløg vár hann kennir, honum kemur í hug, at dust vit eru. 15Mansins dagar eru sum grasið, sum blómin á markini so blómar hann. 16Tá vindurin yvir hann fer, er hann horvin, og heimstað hans hann ei kennir meir. 17Men Harrans miskunn heldur á um aldur og ævir, og rættvísi hans røkkur til barnabørn 18móti teim, sum halda sáttir hans og boð hans minnast, tey at útinna. 19Harrin hevur í himni grundað hásæti sítt, og kongsdømi hans yvir øllum ræður! 20Einglar hans, tit avrekskappar, Harranum lovið, tit, ið boð hans fremja og geva orðum hans ljóð! 21Harranum lovið, øll herlið hans, sveinar hans, ið fremja hans vilja! 22Harranum lovið, øll verk hans, á hvørjum bletti í ríki hans! Sál mín, Harranum lova!

Currently Selected:

Sálmarnir 103: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in