1
Sálmarnir 103:2
BÍBLIA
FB
Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans!
Compare
Explore Sálmarnir 103:2
2
Sálmarnir 103:3-5
Hann fyrigevur øll misbrot tíni, hann grøðir allar sóttir tínar, hann lív títt frá grøvini loysir, hann teg við miskunn og mildleika krýnir. Hann lyst tína mettar við lukku, tín ungdómur verður nýggjur sum ørnin.
Explore Sálmarnir 103:3-5
3
Sálmarnir 103:1
Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans!
Explore Sálmarnir 103:1
4
Sálmarnir 103:13
Sum ein faðir er mildur mót børnum sínum, so er Harrin mildur mót teim, sum hann óttast
Explore Sálmarnir 103:13
5
Sálmarnir 103:12
sum eystrið er fjarlagt frá vestri, so hevur hann firrað misgerðir várar frá okkum.
Explore Sálmarnir 103:12
6
Sálmarnir 103:8
Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn.
Explore Sálmarnir 103:8
7
Sálmarnir 103:10-11
Hann fer ikki við okkum eftir syndum várum og lønir okkum ikki eftir misbrotum várum. Nei, sum himin er háur yvir jørð, so er miskunn hans stór mót teim, sum hann óttast
Explore Sálmarnir 103:10-11
8
Sálmarnir 103:19
Harrin hevur í himni grundað hásæti sítt, og kongsdømi hans yvir øllum ræður!
Explore Sálmarnir 103:19