YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 102

102
1Ein bøn av einum armum, tá ið máttur hans bilar, og hann oysir út sína klagu fyri Harrans ásjón. 2Harri, hoyr mína bøn! Róp mítt komi til tín! 3Fjal ikki fyri mær andlit títt tann dag, eg í neyð eri staddur! Vend til mín oyra títt! Skunda tær at svara, tá eg rópi! 4Tí mínir dagar fara sum roykur, mínir liðir gløða sum eldur; 5mítt hjarta er sviðið sum grasið og følnað, tí eg mist havi hugin at eta mítt breyð. 6Av teirri tungu stynjan míni hanga beinini føst í kjøti mínum. 7Eg líkist pelikánini í oyðimørk og eri eins og úlan á oyðum. 8Eg liggi vakin á nátt og eri vorðin sum einsligur fuglur á taki. 9Allan dagin mínir fíggindar meg háða, mínir spottarar bannast við meg. 10Tí øsku eg eti sum breyð, drykk mín eg blandi við gráti 11vegna ilsku tína og vreiði, tí tú tókst meg og blakaði meg burt. 12Mínir dagar halla sum skuggin, eins og grasið følni eg burt. 13Men tú, Harri, sum situr um ævir, hvørs navn er ætt eftir ætt, 14tú vilt aftur miskunna Zion, tá tíð og stund til náði er komin; 15tí tínir tænarar elska tess steinar og harmast um grótrúgvur tess. 16Tá skulu heidningar navn títt óttast, Harri, og dýrd tína allir heimsins kongar; 17tí Harrin byggir upp Zion og vísir seg har í síni dýrd, 18vendir sær at bøn teirra ørmu og vrakar ei teirra bøn. 19Hetta skal skrivast fyri komandi ætt, og eitt nýskapað fólk skal Harranum lova, 20tí at Harrin hugdi niður frá sínum heilagu hæddum, skoðaði av himni til jarðar 21fyri at hoyra fanganna stynjan og deyðans børnum veita frælsi. 22 Børn tænara tína skulu festa búgv, og avkom teirra fyri ásjón tíni vera 23fyri at boða í Zion av Harrans navni og av heiðuri hans í Jerúsalem, 24tá ið fólkini øll koma saman og ríkini øll fyri Harranum at tæna. – 25Hann hevur veikt mína kraft á vegnum og stytt um dagar mínar. 26Men eg sigi: Guð mín, tak meg ei burt á miðjum døgum mínum, tú, hvørs ár eru ætt eftir ætt! 27Í forðum tú jørðina festi, himnarnir eru handaverk títt. 28Teir forganga, men tú verður. Sum eini klæði slítast teir upp, sum eitt plagg tú teir skiftir, og teir verða skiftir. 29Men tú ert og verður, og ár tíni fáa ongan enda.

Currently Selected:

Sálmarnir 102: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 102