YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 104

104
1Sál mín, Harranum lova! Alstórur ert tú, Harri, Guð mín! Við dýrd og stórlæti hevur tú skrýtt teg, 2sveipar teg í ljósins skrúðir; tenur himmalin út sum eitt tjald, 3høgaloft títt tú í havdýpi byggir, skýggini gert tú til vagn tín, tú ferðast á vindanna veingjum; 4stormarnar gert tú til sendiboð tíni, geisandi eld til sveinar tínar. 5Tú jørðina festi á grundarlagi sínum, hon um aldur og ævir ei vikast. 6Undirdýpið sum eitt klæði hana fjaldi, vøtnini stóðu um fjøllini upp; 7men fyri hóttum tínum rýmdu tey, fyri torurødd tíni óttaðust tey, 8um fjøllini stigu tey upp, í dalirnar tustu tey niður til tann stað, sum tú grundaði teim; 9eitt mark tú setti, tey ei skulu fara um, ei skulu tey aftur jørðina fjala. 10Keldur tú leiðir í dølunum fram, fjallanna millum tær renna, 11øll markarinnar djór tær leska, tey villini esil tosta sín stilla; 12oman yvir teim eiga himmalsins fuglar, millum leyvið teir lata mál sítt ljóða. 13Tú fjøllini vatnar frá høgalofti tínum, av verks tíns fruktum verður jørðin mett. 14Tú letur spretta gras fyri djórum og urtir, sum menn skulu dyrka til tess at bera breyð av jørðini fram, 15og vín, sum gleðir mansins hjarta til tess at lata andlitið skína av olju, og breyð styrkja mansins hjarta. 16Harrans trø verða mett av vætu, Libanons sedristrø, sum hann hevur plantað, 17hvar fuglarnir byggja sær reiður; syprisvið hevur storkurin til bústað. 18Í høgum fjøllum halda steingeitir til, klettanna millum finna grevlingar skjól. 19Tú skapaði mánan hátíða vegna, sólin veit, tá hon til viða skal fara; 20tá tú flytur myrkrið fram, verður nátt, tá tyrpast villdjór í skógum; 21leyvurnar eftir ránsveiði ýla, frá Guði krevja tær føðslu sína; 22tá ið sólin rísur, tær sleppa sær burt, fjala sær í hellum sínum; 23men tá fer maður til yrki sítt út, til arbeiðis inntil kvøldið kemur. 24Fjølmørg eru, Harri, tíni verk, við vísdómi gjørdi tú øll, jørðin er full av verkum tínum! 25Sí! Havið stórt og vítt í allar ættir, har ein yðjan er, sum eingin veit tølur á, djór bæði stór og smá; 26har skipini ferðast, har er Livjatan, sum tú skapaði at leika har. 27Øll seta tey álit til tín, at tú vilt teim føði veita í góðum tíma; 28tú teimum gevur, og tey henta upp, tú letur hond tína upp, og tey verða mett av góðum; 29tú andlit títt fjalir, og tey óttast, tú tekur anda teirra aftur, og tey andast, venda aftur til moldar; 30tú sendir út anda tín, og tey verða skapað, og nýtt fær foldin yvirbragd. 31Dýrd Harrans haldi við um allan aldur, hann gleði fái av verkum sínum! 32hann lítur at jørðini, og hon nøtrar, hann nertur við fjøllini, og tey rúka. 33Eg um Harran vil syngja, so leingi eg livi, mínum Guði prísa, so leingi eg eri til. 34Gævi mín songur má vinna hans yndi, í Harranum havi eg frøi mína! 35Gævi syndarar mega oyðast av jørðini burt, og gudleysir hvørva med alla! Sál mín, Harranum lova! Halleluja!

Currently Selected:

Sálmarnir 104: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in