Haggai 1
1
Áminning um at endurreisa templið
1Á øðrum stjórnarári Dáriusar kongs, á fyrsta degi hins sætta mánaðar, kom orð Harrans við Haggai profeti til Zerubbábels Sjealtielssonar, landsstjóra í Júda og til Jósua Józadakssonar, høvuðsprests, soljóðandi: 2Soleiðis sigur Harri herliðanna: Hetta fólk sigur: «Stundin er enn ikki komin til at endurreisa hús Harrans.» 3Og orð Harrans kom við Haggai profeti soljóðandi: 4Er tað stund hjá tykkum at búgva í bróstaðum húsum, meðan hetta húsið liggur avtoftað? 5Tí sigur Harri herliðanna: Gáið nú eftir, hvussu tykkum fer. 6Tit sáa mikið, men lítið kemur til høldar; eta, men verða ikki mettir; drekka, men sløkkja ikki tostan; fara í klæði, men verða ikki heitir, og løn bønarmansins fer í gataðan pung. 7So sigur Harri herliðanna: Gáið eftir, hvussu tykkum fer! 8Farið niðan í fjøllini eftir viði og byggið tempul, so at eg kann fáa sóma, og eg skal vísa mín heiður! sigur Harrin. 9Tit vóna nógv, men lítið verður burturúr, og tá ið tit bera inn, blási eg tað burtur. Hvørs vegna? sigur Harri herliðanna – tessvegna, at hús mítt liggur í rustum, meðan hvør tykkara starvar fyri sítt egna hús. 10Og tí heldur himinin døggini aftur og jørðin gróðri sínum. 11Eg kallaði turk yvir landið og yvir fjøllini, yvir kornið og vínberjaløgin, yvir oljuna og yvir alt, sum jørðin gevur av sær, yvir fólk og fenað og yvir alt tað, sum hendur virka.
Verkið verður vunnið
12Og Zerubbábel Sjealtielsson og Jósua Józadaksson høvuðsprestur og alt tað, ið eftir var av fólkinum, lýddi rødd Harrans, Guðs síns, og orðum teimum, ið Harrin, Guð teirra, hevði sent við Haggai profeti. Og fólkið óttaðist Guð. 13Tá segði Haggai, boðberi Harrans, við fólkið samsvarandi boðskapi Harrans: Eg eri við tykkum, sigur Harrin. 14Og Harrin vakti hug Zerubbábels Sjealtielssonar, landsstjóra í Júda, og hug Jósua Józadakssonar, høvuðsprests, og hugin hjá øllum fólkinum, ið eftir var, so at teir komu og fóru undir at byggja tempul Harra herliðanna, Guðs teirra, 15á tjúgunda og fjórða degi hins sætta mánaðar á øðrum ríkisári Dáriusar kongs.
Currently Selected:
Haggai 1: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society