Farið niðan í fjøllini eftir viði og byggið tempul, so at eg kann fáa sóma, og eg skal vísa mín heiður! sigur Harrin. Tit vóna nógv, men lítið verður burturúr, og tá ið tit bera inn, blási eg tað burtur. Hvørs vegna? sigur Harri herliðanna – tessvegna, at hús mítt liggur í rustum, meðan hvør tykkara starvar fyri sítt egna hús.