YouVersion Logo
Search Icon

Haggai 2

2
Dýrd hins nýggja tempuls
1Á tjúgunda og fyrsta degi hins sjeynda mánaðar kom orð Harrans við Haggai profeti soljóðandi: 2Sig við Zerubbábel Sjealtielsson, landsstjóra í Júda, og við Jósua Józadaksson, høvuðsprest, og við øll tey, ið eftir eru av fólkinum: 3Er tykkara millum nakar eftir av teimum, ið sóu hetta hús í fyrra dýrmæti sínum? Og hvat halda tit nú um tað? Man tað ikki tykjast einkisvert í eygum tykkara? 4Men tú, Zerubbábel, ver hugreystur, og tú, Jósua Józadaksson, høvuðsprestur, ver hugreystur, og verið tit øll, sum í landinum eru, hugreyst og haldið áfram við verkinum, tí at eg eri við tykkum, sigur Harri herliðanna, 5og andi mín skal vera tykkara millum samsvarandi tí sáttmála, sum eg gjørdi við tykkum, tá ið tit fóru út úr Egyptalandi; óttist ikki! 6Tí at so sigur Harri herliðanna: Áður enn langt um líður man eg skaka himni og jørð, havi og turrlendi. 7Eg man skaka øllum tjóðum, so at allir dýrgripir fólkanna savnast higar, og eg man fylla hetta hús við dýrd, sigur Harri herliðanna. 8Mítt er silvurið, mítt er gullið, sigur Harri herliðanna. 9Hetta seinna templið skal hava størri dýrd enn hitt fyrra, sigur Harri herliðanna, og á hesum staði vil eg veita frið, sigur Harri herliðanna.
Óreinur offurstaður ger ofrini ónýt
10Á tjúgunda og fjórða degi hins níggjunda mánaðar, á øðrum ríkisári Dáriusar, kom orð Harrans við Haggai profeti soljóðandi: 11So sigur Harri herliðanna: Bið prestarnar geva tær leiðbeining um hetta: 12«Um maður ber heilagt kjøt í kyrtilskeyta sínum og við hondunum nertur við breyðið ella við okkurt kókað ella vín, olju ella við eitthvørt matkent, verða tá hesir lutir heilagir?» Og prestarnir svaraðu og søgdu: «Nei.» 13Og Haggai spurdi: «Um einhvør, ið óreinur er vorðin av líki, nertur við hesar lutir, verða teir tá óreinir?» Og prestarnir svaraðu og søgdu: «Ja!» 14Tá mælti Haggai og segði: «Soleiðis, sigur Harrin, er hetta fólk og henda tjóð í mínum eygum og øll verk handa teirra og tað, ið teir ofra: tað er alt óreint. 15Men snúgvið nú huganum frá hesum degi og aftur í tíðina, áður enn steinur var lagdur oman á stein í templi Harrans; 16hvussu visti tykkum tá við? Komu tit at kornrúgvu, ið átti at geva tjúgu kornmát, fingu tit einans tíggju; komu tit at vínkulluni og skuldu oysa upp fimmti mát, vóru einans tjúgu. 17Eg revsaði tykkum og skaddi alt handaverk tykkara við moldaksi, følnan og heglingi; kortini vendu tit ikki við til mín, sigur Harrin. 18Leggið tykkum nú í geyma, hvussu vera skal eftir henda dag – frá tjúgunda og fjórða degi hins níggjunda mánaðar, frá tí degi, tá ið tempul Harrans varð grundað, leggið tykkum tað í geyma! 19Er sákornið enn í binginum? Og víntræið og fikutræið, granateplatræið og oljutræið bera tey ikki ávøkst? Frá hesum degi veiti eg signing.»
Fyrijáttan til Zerubbábels
20Og orð Harrans kom til Haggai á øðrum sinni hin tjúgunda og fjórða dag í sama mánaði soljóðandi: 21Sig við Zerubbábel landsstjóra í Júda: Eg man skaka himni og jørð 22og kollvelta hásætum kongaríkjanna og týna vald heidninganna og beina fyri hervagnum og teimum, sum í teimum aka; hestarnir og teir, ið á teimum sita, skulu lúta deyðir hvør fyri svørði hjá øðrum. 23Á tí degi, sigur Harri herliðanna, taki eg teg, Zerubbábel Sjealtielsson, tænara mín, sigur Harrin, og havi teg eins og innsiglisring; tí at teg havi eg valt út, sigur Harri herliðanna.

Currently Selected:

Haggai 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy