YouVersion Logo
Search Icon

Sefanja 3

3
Veiróp yvir Jerúsalem
1Vei hini treisku, syndadálkaðu borg, ið innir yvirgangsverk, 2ið ikki lýðir rødd Harrans og ikki tekur við aga; hon troystar ikki á Harran og heldur seg ikki aftur at Guði sínum. 3Høvdingarnir har eru ýlandi ljón, dómarar hennara sum úlvar á kvøldi, sum einki leiva til morguns. 4Braggarar eru profetar hennara, trúleysir menn; prestar hennara vanhalga hitt heilaga og misbjóða lógini. 5Men Harrin er rættvísur í miðjari henni, hann ger ongan órætt; á hvørjum morgni birtir hann rættlæti sítt; tað svitast ikki; men níðingar skammast ikki. 6Tjóðir havi eg týnt, og borgtindar teirra eru niðurbrotnir; av gøtum teirra oyddi eg øll, sum har fóru um; mannoydddar liggja nú borgir teirra og avtoftaðar; eingin býr har. 7Eg hugsaði: «Nú man hon tó fara at óttast meg og taka við aga og ikki siga burtur alt tað, sum eg havi lagt henni eina við.» Men skjótt vórðu allar gerðir teirra hvaðna verri aftur.
Jerúsalem verður reinsað frá synd
8Bíðið mær tí, sigur Harrin, bíðið tí degi, tá ið eg rísi sum vitni, tí at tað er mín rættur at savna tjóðir og stevna saman kongaríkjum til tess at hella út yvir tey vreiði mína, alla mína brennandi bræði; tí at av eldi frá vandlæti mínum skal jørðin øll verða oydd. 9Men tá skapi eg um tjóðirnar, geri reinar varrar teirra, so at tær allar ákalla navn Harrans og tæna honum av einum huga. 10Frá landinum handan Blálands áir verða mær havrar sendir, úr Pátros koma teir til mín við grónofrum. 11Á tí degi nýtist tær ikki at skammast við øll verk tíni, sum tú syndaði móti mær við, tí at tá man eg ryðja burtur frá tær allar, ið drambsliga hildu sær at gaman hjá tær; og tú skalt ikki meira erpa tær á mínum heilaga fjalli. 12Eg lati verða eftir í miðjari tær eitt eyðmýkt og lítillátað fólk, ið lítur á Harran. 13Leivdir Ísraels skulu ongan órætt fremja og ikki fara við lygnum; í munni teirra skal svikatunga ikki finnast; tí at tey skulu ganga á beiti og bølast uttan ekka.
Dýrdin, ið verða skal
14Fegnast, tú Zions dóttir, Ísrael hevja fagnaðarróp; ver kát og gleð teg av øllum hjarta, Jorsaladóttir! 15Harrin hevur strikað út tín dóm og beint fyri fíggindum tínum; hjá tær er Harrin kongur; einki ilt skal berast tær fyri meira. 16Á tí degi skal verða sagt við Jerúsalem: Óttast ikki, Zion, lat ikki hugin falla! 17Hjá tær er Harrin, Guð tín, hin frelsandi hetjan; hann fegnast um teg við fagnaði; hann tegir í kærleika sínum; hann gleðist yvir teg við fagnaðarljóði sum á veitsludegi. 18Ta skemd, ið nívdi teg, havi eg tikið av tær. 19Sí, um tað bilið beini eg fyri øllum teimum, ið kúgaðu teg, og frelsi tað løstaða og savni tað burturrikna og veiti teimum heiður og ágiti um alla jørðina. 20Á teirri stund, tá ið eg føri tykkum heim aftur, á teirri stund, tá ið eg havi savnað tykkum, tá veiti eg tykkum heiður og ágiti millum allar tjóðir á jørð, tá ið eg havi snúgvað lagnu tykkara fyri eygum tykkara, sigur Harrin.

Currently Selected:

Sefanja 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy