Fimta Mósebók 6
6
Inngangur til eftirfylgjandi lógir
1Hetta eru tey boðorð, tær skipanir og tær lógir, sum Harrin, Guð tykkara, hevur lagt fyri tykkum til at læra og halda í tí landi, sum tit nú fara at ogna tykkum, 2so at tú óttast Harran, Guð tín, og varðveitir allar skipanir hans og boðorð, sum eg bjóði tær, bæði tú og sonur og sonarsonur tín allar ævidagar tínar, og so at tú livir leingi. 3Hoyr tí, Ísrael, og far eftir teimum vandaliga, so at tað má vignast tær væl, og tit mega fjølgast í stórum, eins og Harrin, Guð fedra tykkara, hevur fyrijáttað tykkum, í landinum, sum flýtur í mjólk og hunangi.
Ísrael skal tæna Harranum
4Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur! 5Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum. 6Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; 7og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp. 8Tú skalt binda tey sum tekin á hond tína og hava tey sum áminningarmerki á enni tínum; 9og tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á borgarlið tíni. 10Og tá ið Harrin, Guð tín, leiðir teg inn í landið, sum hann svór fedrum tínum Ábrahami, Ísaki og Jákupi at geva tær, stórar og frálíkar borgir, sum tú ikki hevur reist, 11hús full av øllum góðum, sum tú ikki hevur fingið til vegar, úthøgdar brunnar, sum tú ikki hevur høgt út, víngarðar og oljutrø, sum tú ikki hevur sett niður, og tú etur og verður mettur, 12vara teg tá fyri at gloyma Harran, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum! 13Harran, Guð tín, skalt tú óttast, hann skalt tú dýrka, og við navn hans skalt tú svørja. 14Tit mega ikki halda tykkum aftur at øðrum gudum, aftur at gudum, sum grannatjóðir tykkara dýrka; 15tí at Harrin, Guð tín, sum býr tykkara millum, er vandlátur Guð; annars man vreiði Harrans, Guðs tíns, tendrast ímóti tær, so at hann oyðir teg av jørðini. 16Tit mega ikki freista Harran, Guð tykkara, eins og tit freistaðu hann í Massa. 17Vandaliga skulu tit varðveita boðorð Harrans, Guðs tykkara, og vitnisburðir hans og skipanir, ið hann hevur lagt fyri tykkum. 18Og tú skalt gera tað, sum er rætt og gott í eygum Harrans, til tess at tað má vignast tær væl, og at tú mást koma inn í og fáa tær til ognar tað frálíka landið, sum Harrin svór fedrum tínum, 19við tað at hann rekur burtur fyri tær allar fíggindar tínar, eins og Harrin hevur sagt. 20Tá ið sonur tín seinni spyr teg: «Hvat merkja hesir vitnisburðir, hesar skipanir og hesar lógir, sum Harrin, Guð vár, hevur lagt fyri tykkum?» 21tá skalt tú svara syni tínum: «Vit vóru eina ferð trælir í Egyptalandi hjá Fárao; men Harrin leiddi okkum út úr Egyptalandi við sterkari hond; 22og tá sóu vit Harran gera tekin og mikil oyðandi undur móti Egyptum, móti Fárao og øllum húski hansara; 23men okkum leiddi hann út haðan til tess at føra okkum inn í tað landið, sum hann svór fedrum okkara at geva okkum. 24Og tá beyð Harrin okkum at halda allar hesar lógir og óttast Harran, Guð váran, so at tað mátti vignast okkum væl allar dagar og okkum eydnast lív eins og higartil. 25Tá skulu vit standa sum rættvísir fyri ásjón Harrans, Guðs várs, um vit vandaliga halda allar hesar lógir, sum hann hevur lagt fyri okkum.»
Currently Selected:
Fimta Mósebók 6: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society