Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 7

7
Boð um at oyða Kánáanitar
1Tá ið Harrin, Guð tín, leiðir teg inn í tað landið, sum tú nú fert at ogna tær, og hevur rikið undan tær miklar tjóðir, Hetitar, Girgasitar, Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, sjey tjóðir størri og sterkari enn tú, 2og Harrin, Guð tín, gevur tær í títt vald, so at tú vinnur sigur á teimum, tá skalt tú bannføra tær, tú skalt ikki gera sáttmála við tær og ikki eira teimum. 3Tú mást ikki hava mágskap við tær; sonum teirra skalt tú ikki geva døtur tínar; og ikki taka døtur teirra sonum tínum til handa; 4tí at tær munnu elva sonum tínum til at víkja frá Harranum og dýrka aðrar gudar, so at vreiði Harrans tekur at brenna móti tykkum og beinir fyri tykkum í bræði. 5Men soleiðis skulu tit gera við teir: Altar teirra skulu tit ríva niður, smildra steinsúlur teirra, høgga sundur Ásjerustólpar teirra og brenna skurðgudar teirra í eldi; 6tí at tú ert tjóð, sum ert halgað Harranum, Guði tínum; teg hevur Harrin, Guð tín, kosið til at vera fólk sítt fram um allar tjóðir á foldum. 7Tað var ikki tí, at tit vóru størri enn allar aðrar tjóðir, at Harrin legði ást við tykkum og valdi tykkum út, tí at tit vóru heldur at kalla av minstu tjóðum; 8men av tí at Harrin elskaði tykkum og vildi halda tykkum tann eiðin, ið hann hevði svorið fedrum tykkara, tessvegna leiddi hann tykkum við sterkari hond og loysti tykkum út úr trælahúsinum undan valdi Fáraos, Egyptalands kongs. 9Tí skalt tú vita, at Harrin, Guð tín, er hin sanni Guð, hin trúfasti Guð, sum í túsunda ættarlið heldur fast við sáttmálan og miskunnsemina móti teimum, ið elska hann og halda boðorð hans. 10Men teimum, sum hata hann, endurgeldur hann við at beina fyri teimum; og hann gevur tí, sum hatar hann, onga frest, men endurgjald. 11Tessvegna skalt tú vandaliga halda tey boðorð, tær skipanir og lógir, sum eg í dag gevi tær. 12Um tit nú, tá ið tit hoyra hesi løgboð, varðveita tey og gera eftir teimum, tá skal eisini Harrin, Guð tín, halda fast við sáttmálan við teg og miskunnsemina, sum hann svór fedrum tínum; 13tá man hann sýna tær kærleika og vælsigna teg og fjølga teg; hann man vælsigna ávøkst kviðar tíns og ávøkst jarðar tínar, korn og aldinløg tín og olju tína og kálvar og lomb í tí landi, sum hann svór at geva fedrum tínum. 14Fram um allar aðrar tjóðir skalt tú verða vælsignað, og hjá tær skal hvørki finnast kallur ella kona, sum eru barnleys, ella fenaður, sum er geldur; 15allar ilskur skal Harrin halda frá tær, og onga av hinum vándu egyptisku sóttunum, ið tú veitst um, skal hann lata koma yvir teg, men tær skal hann leggja á allar teir, ið teg hata.
16Og allar tær tjóðir, sum Harrin, Guð tín, gevur tær vald á, skalt tú oyða og ongan grið geva teimum; tú mást ikki dýrka gudar teirra, tí at tað verður tær at hjálma. 17Um tú skuldi hugsað við sjálvum tær: «Hesar tjóðir eru størri enn eg, hvussu skal eg fáa rikið tær burtur?» 18Tá mást tú ikki óttast tær, men minnast á tað, sum Harrin, Guð tín, gjørdi við Fárao og allar Egyptar, 19hinar miklu roynslur, sum tú sást við egnum eygum, teknini og undrini, og hvussu Harrin, Guð tín, leiddi teg út við sterkari hond og útrættum armi; soleiðis skal Harrin, Guð tín, eisini fara við øllum tjóðum, sum tú nú bert ótta fyri. 20Ja, eisini eiturflugur skal Harrin, Guð tín, senda á teir, hagar til allir, ið eftir eru og hava krógvað seg fyri tær, eru oyddir. 21Tú skalt ikki ræðast teir, tí at Harrin, Guð tín, er við tær, hin mikli øgiligi Guð. 22So líðandi skal Harrin, Guð tín, reka hesar tjóðir burtur undan tær; tú skalt ikki beina fyri teimum í bræði, tí at annars verða villdjórini tær ov mong. 23Harrin, Guð tín, skal geva tær í títt vald og elva teimum miklar ræðslur, so at tær farast. 24Hann skal geva kongar teirra upp í hendur tínar; og tú skalt oyða nøvn teirra undir himninum; eingin man standast fyri tær, fyrr enn tú hevur aloytt teir. 25Gudamyndir teirra skalt tú brenna upp, og tú mást ikki girnast nakað av tí silvuri og gulli, sum á teimum er, so at tað ikki verður tær at hjálma; tí at tað er andstyggiligt fyri Harranum, Guði tínum. 26Tú mást ikki lata nakað andstyggiligt koma inn í hús títt, so at tú verður fyri sama banni sum tað; men tær skal standast við tað, og tú skalt hava andstygd fyri tí, tí at tað er bannført!

Currently Selected:

Fimta Mósebók 7: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in