Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 5

5
Sáttmálin við Hóreb
1Og Móses kallaði saman allan Ísrael og segði við teir: «Hoyr, Ísrael, skipanir og løgboð, sum eg í dag kunngeri tykkum, lærið tey og haldið tey vandaliga. 2Harrin, Guð vár, gjørdi sáttmála við okkum á Hóreb. 3Ikki við fedrar okkara gjørdi Harrin henda sáttmála, men við okkum, við allar okkum, sum eru á lívi her í dag. 4Andlit til andlits talaði Harrin til tykkara út úr miðjum eldinum á fjallinum. 5Eg stóð tá sum millumgongumaður millum Harrans og tykkara og flutti tykkum orð Harrans; tí at tit óttaðust eldin og komu ikki niðan á fjallið: Hann segði:
Hini tíggju boðini
6«Eg eri Harrin, Guð tín, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum. 7Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg. 8Tú mást ongar skurðmyndir gera tær og eingi líki av nøkrum tí, sum er uppi á himni ella her niðri á jørð ella í havinum undir jørðini; 9tú mást ikki tilbiðja tað og ikki dýrka tað, tí at eg, Harrin, Guð tín, eri vandlátur Guð, sum lati misgerðir fedranna vitja aftur á børnini í triðja og fjórða lið teirra, ið meg hata; 10men eyðsýni miskunn í túsunda lið móti teimum, ið meg elska og varðveita boðorð míni. 11Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns, tí at Harrin letur ikki tann sleppa órevsaðan, sum nevnir navn hansara í tóman heim. 12Minst til at halda hvíludagin heilagan, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær. 13Í seks dagar skalt tú starva og vinna alt verk títt, 14men sjeyndi dagurin skal vera hvíludagur fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú einki verk vinna, hvørki tú sjálvur, sonur tín ella dóttir tín, trælur tín ella trælkona tín ella oksi tín og asni ella nakað dýr hjá tær ella útisetarnir innan borgarliða tína, til tess at trælur og trælkona tín mega hvíla eins og sjálvur tú. 15Minst til, at tú sjálvur vart trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, leiddi teg út haðan við sterkari hond og útrættum armi; tessvegna beyð Harrin tær at halda hvíludagin. 16Æra faðir tín og móður tína, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær, til tess at tú mást liva leingi, og at tað má vignast tær væl í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. 17Tú mást ikki sláa í hel. 18Tú mást ikki dríva hor. 19Tú mást ikki stjala. 20Tú mást ikki bera falskan vitnisburð móti næsta tínum. 21Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, og ikki girnast hús næsta tíns ella jørð hansara ella húskall ella arbeiðiskonu, oksa ella asna hans ella nakað, sum næsti tín eigur.» 22Hesi orð talaði Harrin til allan savnað tykkara á fjallinum út úr miðjum eldinum, skýgginum og loyndarmjørkanum við harðari rødd og legði einki afturat; og hann risti tey á tvær steintalvur, sum hann fekk mær.
Móses millumgongumaður Guðs og fólksins (smbr. 2 Mós 20)
23Men tá ið tit hoyrdu røddina út úr mjørkanum, meðan fjallið brann í eldi, tá komu tit til mín, allir høvdingar ætta tykkara og hinir elstu tykkara 24og søgdu: «Sí, Harrin, Guð vár, hevur sýnt okkum dýrd sína og mikilleika sín; og vit hava hoyrt rødd hansara út úr eldinum; nú hava vit sæð tað, at Guð fær talað við mann, og maðurin kortini heldur lívi. 25Hví skulu vit tá týna lívið? Tí hesin mikli eldur fer at oyða okkum; og um vit halda fram at lýða á rødd Harrans, fara vit at doyggja. 26Tí at hvør deyðiligur hevur nakrantíð eins og vit hoyrt rødd hins livandi Guðs tala út úr eldinum og kortini hildið lívi? 27Far tú og hoyr alt tað, sum Harrin, Guð vár, talar, og ber okkum síðan boð aftur um alt tað, sum Harrin, Guð vár, sigur við teg, so skulu vit lurta og gera eftir tí.» 28Og tá ið Harrin hoyrdi, hvussu tit talaðu til mín, segði hann við meg: «Eg havi hoyrt tey orð, sum hetta fólk hevur talað til tín; og tað, sum teir siga, er rætt. 29Gævi teir altíð mega hava tílíkan hug, so at teir óttast meg og varðveita boðorð míni allar dagar, til tess at tað má vignast teimum og børnum teirra væl um allar ævir. 30Far nú tú og bjóða teimum at fara heim aftur í tjøld síni. 31Men verð tú standandi eftir her hjá mær, so skal eg kunngera tær øll tey boðorð, allar tær skipanir og allar tær lógir, sum tú skalt kenna teimum, til tess at teir ganga eftir teimum í tí landi, sum eg skal geva teimum til ognar. 32Verið tí vandnir í at gera eins og Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum, og víkið hvørki til høgru ella vinstru. 33Fylgið altíð teirri leið, sum Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum at ganga, til tess at tit mega halda lívi og hava eydnuna við tykkum og liva leingi í tí landi, sum tit skulu taka til ognar.»

Currently Selected:

Fimta Mósebók 5: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in