Og tá ið Harrin, Guð tín, leiðir teg inn í landið, sum hann svór fedrum tínum Ábrahami, Ísaki og Jákupi at geva tær, stórar og frálíkar borgir, sum tú ikki hevur reist, hús full av øllum góðum, sum tú ikki hevur fingið til vegar, úthøgdar brunnar, sum tú ikki hevur høgt út, víngarðar og oljutrø, sum tú ikki hevur sett niður, og tú etur og verður mettur, vara teg tá fyri at gloyma Harran, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum!