Seinna Sámuelsbók 11
11
Dávid og Batseba
1Árið eftir, um tað leitið, tá ið kongar eru vanir at fara í hernað, sendi Dávid Jóab út við monnum sínum og øllum Ísrael til tess at herja á Ammonitar. Og teir kringsettu Rabba; men Dávid sat heima í Jerúsalem. 2Tá bar so á eitt kvøldið, sum Dávid var farin av legu síni og gekk og spákaði uppi á takinum á kongshøllini, at hann bar eyga við konu, ið tvó sær. Og konan var avbera fríð í ásjón. 3Tá sendi hann ørindreka til at fregnast um konuna, og honum varð sagt: «Hatta man vera Batseba Eliamsdóttir, kona Uria Hetita.» 4Dávid sendi nú boð eftir henni; og tá hon var komin til hansara, legði hann seg við henni; hon hevði beint tá reinsað seg av óreinleika sínum. Síðan fór hon heim aftur.
5Men konan var vorðin við barn; og hon sendi Dávidi boð og segði: «Eg eri við barn.» 6Tá sendi Dávid Jóabi boð: «Send mær Uria Hetita.» Og Jóab sendi Uria til Dávids. 7Og tá ið Uria kom til hansara, spurdi Dávid, hvussu Jóabi og herinum visti við, og hvussu bardagin fór. 8Tá mælti Dávid við Uria: «Far nú oman í hús títt og tváa føtur tínar.» Uria fór tá út úr kongshøllini, og gáva frá kongi varð send aftan á hann. 9Men Uria legði seg fyri uttan dyrnar á kongshøllini saman við tænarum harra síns og vildi ikki fara oman í hús sítt. 10Tá ið Dávid frætti, at Uria ikki var farin oman í hús sítt, segði hann við hann: «Tú ert beint komin av ferð – hví fert tú ikki oman í hús títt?» 11Men Uria svaraði Dávidi: «Ørkin og Ísrael og Júda búgva í leyvskálum, og Jóab, harri mín, og tænarar harra míns liggja úti á berajólum, eigi eg tá at fara heim til mín sjálvs til tess at eta og drekka og hvíla hjá konu míni? Nei, so satt sum Harrin livir, og tú livir, geri eg tað ikki!» 12Tá mælti Dávid við Uria: «Verð nú verandi her í dag; í morgin gevi eg tær ferðaloyvi!» Og Uria varð verandi í Jerúsalem tann dagin. 13Dagin eftir beyð Dávid honum til borðs hjá sær og gav honum at drekka, so tað rann á hann. Men um kvøldið legðist hann til hvíldar saman við tænarum harra síns og fór ikki heim til sín sjálvs.
14Morgunin eftir skrivaði Dávid Jóabi bræv og sendi tað við Uria. 15Í brævinum skrivaði hann soleiðis: «Fáið Uria fram, har ið orrustan er sum harðast, og farið síðan frá honum, at hann verður við undirlutan og doyr.» 16Jóab, ið tókst við at kringseta borgina, setti tá Uria á ein stað, har hann visti, at reystir kappar vóru fyri. 17Og tá ið borgarmenninir løgdu út í bardaga móti Jóabi, fullu nakrir menn av liðinum, av monnum Dávids, og eisini Uria Hetiti læt har lív sítt. 18Tá sendi Jóab Dávidi tíðindi, hvussu farið hevði við orrustuni, 19og hann álegði ørindrekanum og segði: «Tá ið tú hevur greitt kongi frá øllum viðvíkjandi bardaganum, 20og kongur tá verður vreiður og sigur við teg: Hví løgdu tit bardagan so nær við borgina? Vistu tit ikki, at teir fóru at skjóta eftir tykkum oman av borgargarðinum? 21Hvør drap Ábimelek Jerubbáalsson? Kastaði ikki kona kvarnarstein á hann oman av borgargarðinum, so hann doyði í Tebez? Hví komu tit so nær at borgargarðinum? – Tá skalt tú siga: Eisini tænari tín Uria Hetiti læt har lív.» 22Síðan fór ørindrekin og kom og segði Dávidi tey tíðindi, sum Jóab hevði sent hann við, um hvussu bardagin hevði farið. Dávid varð tá vreiður og mælti við ørindrekan: «Hví løgdu tit bardagan so nær borgini? Vistu tit ikki, at teir fóru at skjóta eftir tykkum oman av borgargarðinum? Hvør drap Ábimelek Jerubbáalsson? Kastaði ikki kona kvarnarstein á hann oman av borgargarðinum, so at hann doyði í Tebez? Hví komu tit so nær at borgargarðinum?» 23Ørindrekin svaraði Dávidi: «Borgarmenninir vóru okkum ovursterkir og tokaðu út á víðavang ímóti okkum, so at vit máttu reka teir aftur at borgargarðinum, 24men tá skutu ørvagarpar oman av borgargarðinum eftir tegnum tínum, og fullu har nakrir av tegnum kongs; eisini tegnur tín Uria Hetiti fell har.» 25Tá segði Dávid við ørindrekan: «So skalt tú siga við Jóab: Harmast ikki um hetta; tí at svørðið verður bæði hesum og hasum at bana; men herja tú av øllum alvi á borgina og sorla hana. Við hesum orðum skalt tú herða hug hans.»
26Tá ið kona Uria frætti, at maður hennara var deyður, læt hon hevja harmljóð eftir hann. 27Men tá sorgardagarnir vóru lidnir, læt Dávid hana koma í hús sítt; hon varð tá kona hans og føddi honum son; men Harranum líkaði illa tað, sum Dávid hevði gjørt.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 11: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society