Seinna Sámuelsbók 10
10
Bardagi Dávids við Ammonitar og Áramitar
1Stutt eftir hetta bar so á, at kongurin av Ammon doyði, og Hánun, sonur hansara, varð kongur eftir hann. 2Tá hugsaði Dávid: «Eg vil sýna Hánuni Náhasjsyni góðvild, eins og faðir hansara sýndi mær góðvild.» Og Dávid sendi tænarar sínar til at ugga hann eftir lívlát faðirs hans. Og tá ið tænarar Dávids komu í land Ammonita, 3tá søgdu høvdingar Ammonita við Hánun, harra sín: «Hugsar tú, at Dávid hevur í hyggju at heiðra faðir tín, tá ið hann sendir menn at ugga teg? Man ikki Dávid hava sent tænarar sínar á fund tín til tess at njósnast um borgina og kanna hana og kollvelta hana síðan?» 4Tá læt Hánun tænarar Dávids taka á hondum og rakaði av alt skegg teirra øðrumegin og álaði av teimum helvtina av klæðum teirra alt at klovinum og læt teir síðan fara. 5Tá ið Dávid frætti hetta, sendi hann fólk ímóti teimum, tí at miklar ósømdir høvdu verið teimum fyri. Og kongur læt siga teimum: «Verðið verandi í Jeriko, til skegg tykkara er afturvaksið; og komið síðan heim aftur.»
6Men tá ið Ammonitar sóu, at teir av egnum ávum høvdu gjørt seg illa toknaðar av Dávidi, sendu teir boð til tess at leiga Áramitar úr Bet-Rehob og úr Zóba, tjúgu túsund menn av gonguherliði, somuleiðis kongin í Máaka við túsund monnum og tólv túsund mans úr Tób. 7Tá ið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum herinum og hetjunum. 8Og Ammonitar fóru eisini út og fylktu liði sínum uttanvert við borgarliðið; men Áramitar úr Zóba og Rehob eins og menninir úr Tób og Máaka stóðu úti á víðavangi fyri seg sjálvar. 9Men tá Jóab sá, at honum var búgvin bardagi bæði aftan og framman, kjósaði hann sær valalið úr øllum Ísrael og tók at fylkja tí móti Áramitum. 10Tað, ið eftir var av herinum, fekk hann Ábisjaj, bróður sínum, ið skipaði fylking móti Ammonitum. 11Og Jóab mælti: «Um Áramitar bera yvirluta yvir meg, tá skalt tú koma mær til hjálpar; og um Ammonitar bera yvirluta yvir teg, tá skal eg koma tær til hjálpar. 12Ver nú reystur og latum okkum berjast menniliga fyri tjóð okkara og fyri borgir Guðs várs. So má Harrin gera, sum hann vil.» 13Síðan legði Jóab og lið hans í orrustuna móti Áramitum, og teir flýddu undan honum. 14Men tá ið Ammonitar sóu, at Áramitar flýddu, hildu teir eisini undan Ábisjaj og leitaðu inn í borgina. Síðan snúðist Jóab úr bardaganum móti Ammonitum og kom aftur til Jerúsalem.
15Men tá ið Áramitar sóu, at teir høvdu lútað fyri Ísrael, savnaðust teir saman aftur; 16og Hádadezer sendi boð um og beyð út Áramitum, ið búðu hinumegin Ánna; og teir komu til Helam við Sjóbaki, herhøvdinga Hádadezers, á odda. 17Men tá ið Dávid frætti hetta, savnaði hann allan Ísrael, fór yvir um Jórdan og kom til Helam. Áramitar fylktu tá liði sínum móti honum og løgdu til orrustu við hann. 18Men Áramitar máttu flýggja fyri Ísrael; og Dávid feldi sjey hundrað vagnhestar og fjøruti túsund mans av Áramitum, og Sjóbaki, herhøvdinga teirra, gav hann banahøgg. 19Tá nú allir skattkongar Hádadezers sóu, at teir høvdu lútað fyri Ísrael, bundu teir frið við Ísrael og vóru teimum lýdnir. Men Áramitar tordu ikki eftir tann dag at hjálpa Ammonitum.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 10: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society