Tá bar so á eitt kvøldið, sum Dávid var farin av legu síni og gekk og spákaði uppi á takinum á kongshøllini, at hann bar eyga við konu, ið tvó sær. Og konan var avbera fríð í ásjón. Tá sendi hann ørindreka til at fregnast um konuna, og honum varð sagt: «Hatta man vera Batseba Eliamsdóttir, kona Uria Hetita.»