Seinna Sámuelsbók 12
12
Nátan setir at Dávidi. Iðran Dávids
1Tá sendi Harrin Nátan til Dávids, og tá ið hann kom til hansara, segði hann við hann: «Tveir menn búðu í somu bygd; annar var ríkur og hin fátækur. 2Hin ríki átti nógv bæði av smalum og stórdýrum. 3Men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið gimburlamb, sum hann hevði keypt og alt upp; tað vaks upp saman við børnum hansara; tað át av breyðbita hansara og drakk av bikari hansara, svav við barm hansara og var honum eins og dóttir. 4Tá ið hin ríki einaferð fekk vitjan av vallara, troystaði hann sær ikki at taka nakað av smalum og stórdýrum sínum til tess at matgera fyri ferðamanninum, ið var komin til hansara; men hann tók gimburlambið hjá hinum fátæka og gav gesti sínum tað til matna.»
5Tá varð Dávid ógvuliga illur inn á mannin og mælti við Nátan: «So satt sum Harrin livir, eigur tann maður at láta lív, ið tílíkt hevur gjørt! 6Og lambið skal hann endurgjalda fjórfalt aftur fyri henda miskunnarleysa atburð sín!» 7Men Nátan segði við Dávid: «Tú ert maðurin. Svá sigur Harrin, Guð Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og eg bjargaði tær úr hondum Sáuls; 8eg gav tær hús harra tíns, og konur harra tíns legði eg í armar tínar; bæði Ísrael og Júda fekk eg tær – og um tað ikki hevði verið nóg mikið, mundi eg givið tær bæði hetta og hatta. 9Hví hevur tú vanvirt orð Harrans og gjørt tað, ið honum mislíkar? Uria Hetita hevur tú felt við svørði, konu hansara hevur tú tikið tær til konu, og hann sjálvan feldi tú við svørði Ammonita. 10Tí skal svørðið ongantíð víkja frá húsi tínum, aftur fyri at tú vanvirdi meg og tókst konu Uria Hetita tær til konu. 11Svá sigur Harrin: Sí, eg lati úr tínum egna húsi ógævu koma yvir teg og taki fyri eygunum á tær konur tínar og gevi einum øðrum tær, ið skal leggjast við teimum á alljósum degi. 12Tí at tú hevur farið fram í loyndum, men eg skal gera hetta fyri eygunum á øllum Ísrael á alljósum degi.» 13Tá segði Dávid við Nátan: «Eg havi syndað móti Harranum.» Og Nátan segði við Dávid: «Harrin hevur eisini fyrigivið tær synd tína, tú skalt ikki doyggja. 14Men av tí at tú við atferð tíni hevur vanvirt Harran, skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja!»
Andlát barnsins
15Síðan fór Nátan heim aftur til sín sjálvs; men Harrin læt sótt koma á sveinin, ið kona Uria hevði føtt Dávidi. 16Tá leitaði Dávid til Guðs fyri sveinin og fastaði; og tá ið hann kom heim, legði hann seg um náttina á jørðina klæddur í sekk. 17Tá gingu hinir elstu í húsi hansara út til at fáa hann upp av jørðini; men hann vildi heldur ikki leska mat saman við teimum. 18Sjeynda dagin doyði barnið; men tænarar Dávids tordu ikki at siga honum, at barnið var deytt; tí at teir hugsaðu við sær: «Tá ið barnið enn var á lívi, talaðu vit á hann, men hann lætst ikki um vón; hvussu skulu vit nú siga honum, at barnið er deytt? Hann kundi jú gjørt eitt dáraverk.» 19Men tá ið Dávid varð varur við, at tænarar hansara gingu og teskaðu sín ámillum, skilti hann, at barnið var deytt; og Dávid spurdi tænarar sínar: «Er barnið deytt?» og teir svaraðu: «Ja.» 20Tá fór Dávid á føtur, tvó sær, salvaði seg og fór í onnur klæði og gekk inn í hús Harrans at biðja. Síðan fór hann heim til sín sjálvs og bað um mat og fekk sær at eta. 21Tá søgdu tænarar hansara við hann: «Hvussu er vorðið við tær? Meðan barnið enn var á lívi, fastaði tú og grætst; men nú tað er deytt, fert tú á føtur og etur.» 22Men hann svaraði: «Meðan barnið enn var á lívi, fastaði og græt eg, tí at eg hugsaði: Kundi borið á, at Harrin várkunnaði mær og læt barnið vera á lívi. 23Men hví skal eg fasta nú, tá ið tað er deytt? Man eg fáa tað at koma aftur? Nei, eg fari til tess; men tað kemur ikki aftur til mín!»
Føðing Sálomons
24Og Dávid uggaði Batsebu, konu sína, og gekk innar til hennara og legðist við henni; og hon føddi son, og hann nevndi hann Sálomon; hann elskaði Harrin. 25Og hann fekk Nátani profeti hann og kallaði navn hansara Jedidja vegna orð Harrans.
Lokin bardagi við Ammonitar
26Jóab herjaði á Rabba Ammonita og vann vatnborgina. 27Síðan sendi Jóab ørindrekar til Dávids og segði: «Eg havi herjað á Rabba og havi vunnið vatnborgina. 28Savna tú nú tað, ið eftir er av herliðinum, og kom og kringset borgina og vinn hana, so at ikki eg vinni hana, og navn mítt verður nevnt yvir henni.» 29Tá savnaði Dávid alt liðið og herjaði á Rabba og vann hana. 30Hann tók krúnu Milkoms av høvdi hansara; hon var av gulli og vá eina talent, og gimsteinur var á henni; Dávid setti hana á høvur sítt og flutti miklan herfong burtur úr borgini. 31Hann flutti eisini burtur fólkið, sum har búði, og setti tað at træla við sagum, hakum og øksum og við tigulverkini; og soleiðis fór hann við øllum borgum Ammonita; síðan snúðist Dávid og alt lið hansara aftur til Jerúsalem.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 12: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society