YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Korintbrævið 6

6
Áminning um at bera ávøkst fyri teirra skuld, sum í trongd hava røkt tænastuna við trúfesti og kærleika
1Men sum starvsfelagar áminna vit eisini tykkum, at tað ikki má vera til einkis, tit taka ímót Guðs náði. 2Tí at hann sigur: «Á gævustund bønhoyrdi eg teg, og á frelsudegi hjálpti eg tær.» Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur! 3Í ongum luti eru vit til nakran meinboga, fyri at tænastan ikki skal verða lastað. 4Men í øllum lutum bjóða vit okkum sjálvar fram sum tænarar Guðs, í nógvum toli, í trongdum, í neyðum, í trongum viðurskiftum, 5í høggum, í fongslum, í umflakkan, í møði, í náttarvøkum, í føstum, 6við reinleika, við kunnleika, við langmóði, við mildleika, við heilagum anda, við falsleysum kærleika, 7við sannleiksorði, við Guðs kraft, við rættferðar vápnum til sóknar og varnar, 8í æru og vanæru, í lasti og lovi, sum villleiðarar og tó sannførir, 9sum ókendir og tó alkendir, sum komnir til deyða, og sí, vit liva, sum revsaðir, og tó ikki avlívaðir, 10sum sorgarfullir, men tó altíð glaðir, sum fátækir, men gera tó mangar ríkar, sum teir, ið einki hava, og tó eiga alt. 11Muður okkara er latin upp móti tykkum, Korintmenn; rúmt er í hjarta okkara. 12Tað er ikki trongt fyri tykkum hjá okkum, men tað er trongt í hjartalagi tykkara. 13Men á sama hátt skulu tit aftur ímót – eg tali eins og við børn míni – lata tað eisini verða rúmt hjá tykkum.
Ávaring mót samfelag við heidningar
14Gangið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvum! Tí at hvønn felagsskap hevur rættvísi við órætt? Ella hvat samfelag hevur ljós við myrkur? 15Og hvat samljóð er millum Krist og Belial? Ella hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvan? 16Og hvørja sameining hevur Guðs tempul við skurðgudar? Tí at vit eru tempul hins livandi Guðs, soleiðis sum Guð hevur sagt: «Eg skal búgva hjá teimum og ganga ímillum teirra, og eg skal vera Guð teirra, og tey skulu vera fólk mítt. 17Tess vegna, farið burtur frá teimum og skiljið tykkum frá teimum, sigur Harrin, og nemið ikki við nakað óreint, og eg skal taka tykkum til mín, 18og eg skal vera tykkum faðir, og tit skulu vera mær synir og døtur, sigur Harrin hin alvaldi.» 7,1 Við tað at vit hava hesar fyrijáttanir, elskaðu tit, tá latum okkum reinsa okkum sjálvar frá øllum óreinskapi á holdi og anda, so at vit fullføra heilagleika í Guðs ótta!

Currently Selected:

Seinna Korintbrævið 6: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in