YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Korintbrævið 5

5
Paulus væntar eitt nýtt, himmalskt likam
1Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotin niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum. 2Tess vegna stynja vit eisini, við tað at okkum leingist eftir at yvirklæðast við húsi okkara frá himni, 3so satt sum vit, tá ið vit eru íklæddir, ikki skulu standa naknir. 4Ja, meðan vit eru í tjaldbúðini, møðast vit og stynja, av tí at vit vilja ikki avklæðast, men yvirklæðast, fyri at hitt deyðuliga kann verða uppslúkað av lívinum. 5Men tann, sum hevur gjørt okkum førar júst fyri hesum, er Guð, sum gav okkum pant andans. 6Vit hava tí altíð gott treyst og vita, at meðan vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum; 7tí at vit ganga í trúgv, ikki í skoðan. 8Ja, vit hava gott treyst og hava bestan hugin til at fara burtur úr likaminum og vera heima hjá Harranum. 9Tess vegna seta vit eisini okkara æru í, annaðhvørt vit eru heima ella burtur, at vera honum til tokka. 10Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint við likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt.
Gerningur hans er at boða Guðs sáttargerð við Kristi
11Við tað at vit tá kenna Harrans ótta, royna vit at vinna menniskjur, men fyri Guði eru vit opinlýsir; ja, eg vóni, at vit eisini eru opinlýsir fyri samvitskum tykkara. 12Ikki geva vit aftur okkum sjálvum viðmæli til tykkara; men vit geva tykkum føri til at rósa tykkum av okkum, fyri at tit kunnu hava okkurt at svara teimum, sum rósa sær av hinum ytra og ikki av hjartalaginum. 13Tí at um vit hava mist vitið, tá er tað fyri Guðs skuld, ella um vit hava alt okkara skil, tá er tað fyri tykkara skuld. 14Tí at kærleiki Krists valdar okkum; við tað at vit hava hildið hetta: Ein er deyður fyri allar, tá eru teir allir deyðir; 15og hann er deyður fyri allar, fyri at teir, sum liva, ikki longur skulu liva fyri sær sjálvum, men fyri honum, sum fyri teir er deyður og upprisin. 16Tí meta vit tá hereftir ongan eftir holdinum; ja, um vit so eftir holdinum hava kent Krist, tá kenna vit hann nú ikki longur soleiðis. 17Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt! 18Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna; 19við tað at tað var Guð, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra, og hevur lagt orðið um sáttargerðina niður í okkum. 20Vit eru tí sendiboð í Krists stað, sum var tað Guð, ið áminti við okkum. Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Guð! 21Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.

Currently Selected:

Seinna Korintbrævið 5: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in