Tess vegna, farið burtur frá teimum og skiljið tykkum frá teimum, sigur Harrin, og nemið ikki við nakað óreint, og eg skal taka tykkum til mín, og eg skal vera tykkum faðir, og tit skulu vera mær synir og døtur, sigur Harrin hin alvaldi.» 7,1 Við tað at vit hava hesar fyrijáttanir, elskaðu tit, tá latum okkum reinsa okkum sjálvar frá øllum óreinskapi á holdi og anda, so at vit fullføra heilagleika í Guðs ótta!