YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Korintbrævið 7

7
Tíðindi við Titusi hava glett Paulus
2Gevið okkum rúm! Ongum hava vit gjørt órætt, ongan hava vit skaðað, ongum hava vit gjørt okkum vinning av. 3Tað er ikki fyri at fella dóm, eg sigi tað; tí at eg havi áður sagt, at tit eru í hjørtum okkara, so at vit doyggja saman og liva saman. 4Eg havi stórt treyst viðvíkjandi tykkum, eg havi mikið rós av tykkum, eg eri fullur av troyst, eg eri ovurríkur av gleði í allari trongd okkara. 5Tí at eisini tá ið vit komu til Makedóniu, hevði hold okkara onga rógv, men vit vóru trongdir á ein og hvønn hátt; fyri uttan stríð, fyri innan ótti. 6Men Guð, sum troystar hini niðurboygdu, hann troystaði okkum við komu Titusar; 7ja, ikki bert við komu hansara, men eisini við teirri troyst, sum hann var troystaður við hjá tykkum, tá ið hann segði okkum frá longsli tykkara, gráti tykkara, íðinskapi tykkara vegna mín, so at eg gleddist enn meir.
Hitt hvassa brævið frá Paulusi hevur havt góða ávirkan
8Tí at um eg havi gjørt tykkum sorg við brævinum, so iðri eg meg ikki eftir tí, um eg eisini fyrr iðraði meg eftir tí; tí at eg síggi, at hatta brævið hevur gjørt tykkum sorg, um so bert eina stund. 9Nú eri eg glaður, ikki tí at tit fingu sorg, men tí at tit fingu sorg til umvendingar; tí at tit fingu sorg eftir Guðs sinnalagi, fyri at tit í ongum luti skulu fáa skaða av okkum. 10Tí at sorgin eftir Guðs sinnalagi virkar umvending til frelsu, sum eingin iðrar seg um; men sorg heimsins virkar deyða. 11Tí at, sí, hetta sama, at tit fingu sorg eftir Guðs sinnalagi, hvussu stóran áhuga virkaði tað ikki hjá tykkum, ja vørn, ja gremju, ja ótta, ja longsil, ja íðinskap, ja revsing! Á ein og hvønn hátt hava tit nú sýnt, at tit vóru sakleysir í hesi søk. 12Um eg tí eisini skrivaði til tykkara, tá var tað ikki fyri hansara skuld, sum órættin gjørdi, ikki heldur fyri hansara skuld, sum fyri órættinum varð, men fyri at áhugi tykkara fyri okkum skuldi verða opinlýsur hjá tykkum fyri ásjón Guðs.
Um hetta frøa Paulus og Titus seg
13Tí eru vit troystaðir. Men aftur at hesi troyst okkara kom hin nógv størra gleðin um gleði Titusar; tí at andi hansara er upplívgaður av tykkum øllum. 14Tí at um eg í onkrum havi róst mær av tykkum fyri honum, tá eri eg ikki vorðin til skammar; men eins og alt tað, sum vit hava talað til tykkara, hevur samsvarað við sannleika, soleiðis er eisini rós okkara fyri Titusi vorðið sannleiki. 15Og hjartalag hansara er tess innarligari vent til tykkara, sum hann minnist lýdnið hjá tykkum øllum, hvussu tit tóku ímót honum við ótta og bivan. 16Eg eri glaður um, at eg í øllum førum kann líta á tykkum.

Currently Selected:

Seinna Korintbrævið 7: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in