Fyrra Kongabók 9
9
Harrin birtist Sálomoni
1Tá ið Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans og kongshøllina og alt tað, sum honum hugaði at gera, 2birtist Harrin á øðrum sinni fyri honum, eins og hann birtist fyri honum í Gibeon; 3og Harrin segði við hann: «Eg havi hoyrt bøn og bønligu ákallan tína, ið tú hevur borið fram fyri ásjón mína; eg vil halga hetta húsið, ið tú hevur bygt, og lata navn mítt búgva har um ævir, og eygu míni og hjarta mítt skulu dvølja har allar dagar. 4Um tú vilt ganga fyri ásjón míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi í hjartans sakloysi og rættlæti, og halda alt tað, ið eg havi boðið tær, og varðveita boðorð og lógir mínar, 5tá skal eg lata kongshásæti títt í Ísrael standa við um ævir, eins og eg heitti Dávidi, faðir tínum, tá ið eg segði: Ikki skal tær vanta eftirmaður í hásæti Ísraels. 6Men um tit og synir tykkara víkja frá mær og ikki halda tær fyriskipanir og lógir, ið eg legði fyri tykkum, men fara at tæna øðrum gudum og falla teimum til kníggja, 7tá vil eg týna Ísrael burtur úr tí landi, sum eg gav teimum; og húsið, sum eg halgaði navni mínum, vil eg koyra burtur frá ásjón míni og lata Ísrael verða til spott og spei millum øll fólk, 8og hetta hús skal avtoftast, og hvør maður, ið har kemur framvið, man fara at øtast og spyrja speirekandi: Hví hevur Harrin farið soleiðis við hesum landi og hesum húsi? 9Tá munnu menn svara: Tað er tí, at teir søgdu burtur Harran, Guð sín, ið hevði leitt fedrar teirra út úr Egyptalandi, og hildu seg aftur at øðrum gudum, ið teir fullu til kníggja og tilbóðu. Tessvegna hevur Harrin latið alla hesa ógævu koma oman yvir teir.»
Frá Sálomoni og Hirami
10Tá ið tey tjúgu árini vóru umliðin, ið Sálomon var um at byggja bæði húsini, hús Harrans og kongshøllina 11– Hiram kongur í Týrus hevði hjálpt Sálomoni við sedrisviði, syprisviði og øllum tí gulli, sum hann ynskti – tá gav Sálomon kongur Hirami tjúgu borgir í landslutinum Galileu. 12Men tá ið Hiram kom úr Týrus til tess at hyggja at borgunum, ið Sálomon hevði givið honum, hóvaðu tær honum ikki; 13og hann mælti: «Hvørjar borgir eru hesar, ið tú hevur givið mær, bróðir!» Tí verða tær kallaðar enn í dag fyri Kabullandið. 14Men Hiram sendi Sálomoni eitt hundrað og tjúgu talentir av gulli.
Um bygging Sálomons
15Her skal sigast frá, hvussu teir starvskyldumenn vóru fingnir til vega, ið Sálomon hevði havt til at byggja hús Harrans og sína egnu kongshøll, Millo og borgargarðarnar kring um Jerúsalem og borgirnar Házor, Megiddo og Gezer – 16Fárao, Egyptalands kongur, var farin herferð móti Gezer og hevði hertikið og sett eld á hana; allar Kánáanitar, sum búðu í borgini, hevði hann dripið og síðan givið hana dóttur síni, konu Sálomons, í heimanfylgju. 17Sálomon bygdi nú Gezer uppaftur og somuleiðis Niðaru Bet-Hóron 18og Báalat og Támar í oyðimørkini í Júdalandi, 19allar vistarborgir, ið Sálomon átti, og vagnborgir og reiðmannaborgir og alt annað, ið Sálomon fekk hug at byggja í Jerúsalem og Libanon og í øllum ríki sínum. 20Alt tað fólk, ið eftir var av Ámoritum, Hetitum, Perezitum, Hivitum og Jebusitum og ikki vóru av Ísraels ætt – 21á eftirkomarar teirra, ið eftir vóru í landinum, og sum Ísraelsmenn ikki høvdu fingið avoytt, legði Sálomon ta starvskyldu, ið stendur við enn í dag; 22men av Ísraelsmonnum læt hann ongan vera træl; teir vóru hermenn og embætismenn hans, høvdingar og hetjur og oddamenn fyri vagnliði og reiðmannaliði hans. 23Yvirfútarnir, ið settir vóru yvir verk Sálomons, vóru í tali fimm hundrað og fimmti; teir høvdu eftirlit við teimum monnum, ið vunnu at verkinum. 24Beint sum dóttir Fárao var flutt úr Dávidsborgini niðan í hús sítt, ið hann hevði bygt henni, fór hann undir at byggja Millo. 25Tríggjar ferðir um árið ofraði Sálomon brennioffur og takkaroffur á tí altari, sum hann hevði gjørt Harranum, og ofraði roykilsisoffur á tí altari, ið stóð frammi fyri ásjón Harrans. Soleiðis fullgjørdi Sálomon templið.
Sálomon letur smíða skip
26Sálomon kongur læt eisini smíða skip í Ezjon-Geber, ið er við Elat á Reyðahavsstrondini í Edóms landi. 27Og Hiram læt menn sínar, ið vóru sjókønir farmenn, fara við skipunum saman við monnum Sálomons. 28Teir fóru til Ofir og fluttu haðan fýra hundrað og tjúgu talentir av gulli og fingu Sálomoni kongi tað.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 9: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society