Fyrra Kongabók 10
10
Drotningin av Sába
1Tá ið drotningin av Sába hoyrdi orðrómin um Sálomon, kom hon at royna hann við gátum. 2Hon kom til Jerúsalem við ovurmiklum viðføri, við kamelum knossandi undir burðum av balsamurtum og nógvum gulli og dýrum steinum; og hon kom til Sálomons og talaði við hann um alt, sum henni í brósti búði. 3Men Sálomon svaraði øllum spurningum hennara; eingin lutur var kongi fjaldur, sum hann ikki kundi greina henni frá. 4Og tá ið drotningin av Sába hevði sæð allan vísdóm Sálomons og húsið, sum hann hevði bygt, 5matin á borði hans og bústaðir tænara hans, hvussu skutilsveinar hans bóru seg, og hvussu teir vóru klæddir, skeinkjarar hans og brenniofrini, sum hann ofraði í húsi Harrans, tá bilaði henni hugur av bilsni; 6og hon mælti við kongin: «Satt var tað, sum eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín! 7Men eg vildi ikki trúgva tí, sum sagt varð frá, fyrr enn eg var komin og hevði sæð tað við egnum eygum; og tá var tað ikki helmingurin, ið eg hevði hoyrt gitið; tú ert nógv vitrari og ríkari, enn eg hevði hoyrt! 8Sælar eru konur tínar, og sælir eru tænarar tínir, ið standa frammi fyri tær og lýða á vísdóm tín! 9Lovaður veri Harrin, Guð tín, ið hevur tokka til tín, so at hann setti teg í hásæti Ísraels! Av tí at Harrin ævinliga unnir Ísrael, gjørdi hann teg til kong til tess at fremja rætt og rættlæti!»
10Síðan gav hon kongi stórt hundrað talentir av gulli og nøgdir av balsamurtum og gimsteinum; so nógv av balsamurtum kom ongantíð aftur sum tað, ið drotningin av Sába flutti Sálomoni kongi. 11Og skip Hirams, ið fluttu gull frá Ofir, komu eisini við stórum nøgdum av sandelviði og gimsteinum úr Ofir. 12Av sandelviðinum læt kongur smíða træverk í húsi Harrans og kongshøllini og somuleiðis søltur og hørpur sangarunum til handar; ongantíð síðan hevur tílíkur sandelviður komið til landið ella verið sæddur har. 13Afturfyri gav Sálomon kongur drotningini av Sába alt tað, ið hon hevði hug á og bað um, umframt tað, sum hann tignarliga gav henni óbiðin. Síðan fór hon við fylgi sínum heim aftur í land sítt.
Eyður Sálomons
14Seks hundrað og seksti og seks talentir av gulli løgdust inn hjá Sálomoni hvørt ár, 15umframt skattir frá hertiknum borgum og inntøkur frá keypmonnum og øllum kongum í Ereb og jøllum landsins. 16Sálomon kongur læt smíða tvey hundrað skildir úr slignum gulli; hvør skjøldurin vá seks hundrað siklar; 17og trý hundrað smærri skildir av slignum gulli, ið hvør vá tríggjar minur av gulli; teir legði kongur inn í Libanonsskógarhúsið. 18Kongur læt eisini gera mikið hásæti av fílabeini og legði tað við skírum gulli. 19Seks trappustig vóru niðan á hásætið, og aftantil á hásætinum vóru høvd av tarvum; armar vóru báðumegin sætið, og tvey ljón stóðu við armarnar; 20og á teim seks trappustigunum stóðu tólv ljón, seks hvørjumegin. Tílíkt smíði hevur ongantíð verið gjørt í nøkrum øðrum ríki. 21Øll drykkjuker hjá Sálomoni kongi vóru úr gulli; og alt reiðið í Libanonsskógarhúsi var av dýrum gulli; einki var av silvuri; tí á døgum Sálomons var silvur lítið í metum. 22Tí at kongur hevði Tarsisskip á havinum saman við Hirami; og eina ferð triðja hvørt ár komu tey heim fermd við gulli og silvuri, fílabeini, apum og páfuglum.
23Sálomon kongur var ríkari og vitrari enn allir kongar á fold. 24Og úr øllum ættum komu menn at síggja Sálomon og fregnast um vitsku hans, ið Guð hevði lagt honum í bróstið; 25og allir komu teir ár eftir ár við gávum, við silvurgripum og gullgripum, klæðum og vápnum, balsamurtum, hestum og múldjórum. 26Sálomon savnaði sær hervagnar og reiðmenn, og hevði hann fjúrtan hundrað hervagnar og tólv túsund reiðmenn; sumt hevði hann í hervagnaborgum, og sumt hevði hann hjá sær í Jerúsalem. 27So stórtøkin var kongur, at silvur í Jerúsalem var eins vanligt og grót, og sedrisviður eins vanligur og morberjatrøini, ið vaksa á láglendinum. 28Tey ross, ið Sálomon flutti inn, komu úr Mizráim og Kove; keypmenn kongsins keyptu tey haðan og guldu fæ afturfyri, 29soleiðis at hvør vagnur, ið innfluttur varð úr Mizráim, kostaði seks hundrað siklar í silvuri; allir kongar Hetita og kongar Árams fingu eisini ross síni haðan við somu keypmonnum.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 10: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society