Um tú vilt ganga fyri ásjón míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi í hjartans sakloysi og rættlæti, og halda alt tað, ið eg havi boðið tær, og varðveita boðorð og lógir mínar, tá skal eg lata kongshásæti títt í Ísrael standa við um ævir, eins og eg heitti Dávidi, faðir tínum, tá ið eg segði: Ikki skal tær vanta eftirmaður í hásæti Ísraels.