Bible App logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 8

8
Ørkin flutt í templið
1Tá læt Sálomon savna til sín í Jerúsalem Ísraels elstu, høvuðsmenn ættargreinanna og ættarhøvdingar Ísraelsmanna, til tess at flyta sáttmálaørk Harrans niðan úr Dávidsborgini, tað er Zion. 2Og allir Ísraelsmenn savnaðust saman hjá Sálomoni kongi á hátíðini í etanim mánaði, tað er mánaðurin sjeyndi. 3Hagar komu allir Ísraels elstu; og prestarnir bóru ørkina; 4og teir fluttu ørk Harrans niðan og samfundartjaldið og allar halgilutirnar, sum í tí vóru; prestarnir og Levitarnir fluttu tað alt niðan. 5Og Sálomon kongur og allur Ísraels savnaður, ið saman var komin hjá honum, ofraðu smalur og stórdýr, so nógv, at tað hvørki kundi teljast ella metast. 6Prestarnir fluttu sáttmálaørk Harrans á stað sín í innhúsi tempulsins, hitt alraheilagasta, inn undir veingir kerúbanna. 7Tí kerúbarnir breiddu veingir sínar út yvir staðin, har ørkin stóð, og huldu soleiðis bæði yvir ørkina og burðarstengur hennar. 8Burðarstengurnar vóru so langar, at endar teirra sóust úr hinum heilaga fyri framman innhúsið; men uttanífrá sóust tær ikki; og har hava tær verið fram at hesum degi. 9Í ørkini var einki uttan steintalvurnar tvær, ið Móses hevði lagt í hana undir Hóreb – talvurnar við tí sáttmála, ið Harrin hevði gjørt við Ísraelsbørn, tá ið tey fóru úr Egyptalandi. 10Men tá ið prestarnir gingu út úr halgidóminum, fylti skýggið hús Harrans; 11og ikki fingu prestarnir farið inn fyri skýnum til at gera offurtænastu; tí dýrd Harrans fylti hús Harrans.
Vígsla tempulsins
12Tá mælti Sálomon: «Sólina setti Harrin á himinin, men sjálvur í myrkri hann búgva vildi. 13Nú havi eg bygt tær hús at búgva í, bústað tær til handar um allar ævir.» Soleiðis stendur í songbókini ritað. 14Síðan snúði kongur sær á og vælsignaði allan Ísraels savnað, meðan hann stóð. 15Og hann mælti: «Signaður veri Harrin, Guð Ísraels, sum við hond síni hevur evnað tað, sum hann við munni sínum lovaði Dávidi, faðir mínum, tá ið hann segði: 16Frá tí degi, eg leiddi fólk mítt Ísrael út úr Egyptalandi, havi eg ikki útvalt mær nakra borg hjá nakrari Ísraels ætt til tess har at byggja navni mínum hús at búgva í; men Jerúsalem havi eg útvalt navni mínum at búgva í, og Dávid havi eg útvalt til at valda fólki mínum Ísrael! 17Dávid, faðir mín, ætlaði at byggja navni Harrans, Ísraels Guðs, hús; 18men Harrin segði við Dávid, faðir mín: Tað er rætt av tær at hugsa um at byggja navni mínum hús; 19tó skalt ikki tú byggja húsið, men sonur tín, ið kemur av lendum tínum, hann skal byggja navni mínum hús. 20Nú hevur Harrin evnað orð sítt, sum hann talaði; tí at eg eri komin í stað Dávids, faðirs míns, og siti í hásæti Ísraels, eins og Harrin heitti; og eg havi bygt navni Harrans, Ísraels Guðs, húsið; 21har havi eg eisini búgvið til stað fyri ørkini við tí sáttmála, ið Harrin gjørdi við fedrar okkara, tá ið hann leiddi teir út úr Egyptalandi.»
22Tá steig Sálomon fram fyri altar Harrans, meðan allur Ísraels savnaður var hjá; og hann rætti armar sínar upp móti himni 23og mælti: «Harri, Guð Ísraels, eingin gudur har uppi í himni ella her niðri á jørð er javnlíki tín, tú, sum heldur sáttmálan og ert miskunnsamur móti tænarum tínum, tá ið teir ganga fyri ásjón tíni av heilum huga; 24tú, sum hevur hildið tað, ið tú heitti tænara tínum Dávidi, faðir mínum, og nú í dag við hond tíni evnað tað, sum tú talaði við munni tínum! 25So evna nú, Harri, Guð Ísraels, tað, ið tú heitti tænara tínum Dávidi, faðir mínum, tá tú segði: Ongantíð skal vanta tær eftirmaður til at sita í hásæti Ísraels fyri ásjón míni, um bert synir tínir varða um veg sín og ganga fyri ásjón míni, eins og tú hevur gingið fyri ásjón míni! 26Ja, Harri, Guð Ísraels, lat nú tað orðið vera fast og satt, sum tú talaði við tænara tín Dávid, faðir mín! 27Men man Guð veruliga búgva á jørðini? Sí, himnarnir, ja himnanna himnar taka teg ikki; hvussu nógv minni tá hetta húsið, sum eg havi bygt! 28Snúgv tær nú, Harri, Guð mín, at eyðmjúku bøn og ákallan tænara tíns, og lýð á tað róp og ta bøn, sum tænari tín í dag ber fram fyri ásjón tína; 29lat eygu tíni vera opin yvir hesum húsi nátt og dag, yvir tí staði, har tú hevur sagt, at navn títt skal búgva – so at tú hoyrir bønir tær, sum tænari tín biður horvandi móti hesum staði! 30Ja, tú hoyri ta bøn, ið tænari tín og fólk títt Ísrael biðja horvandi móti hesum staði; tú hoyri hana í himni, har tú býrt; tú hoyri og fyrigevi! 31Um einhvør syndar móti næsta sínum, og menn krevja, at hann skal gera eið og svørja, og hann tá kemur at gera eiðin frammi fyri altari tínum í hesum húsi, 32tá hoyr tú tað á himni og ger vart við teg og døm tænara tína millum, so at syndarin verður dømdur sekur og fær gerð sína oman yvir seg sjálvan; men lat hin sakleysa fáa rætt og samsýn honum eftir sakloysi hans. 33Um fólk títt Ísrael má lúta fyri fíggindanum, av tí at teir synda móti tær, men snúgva sær síðan aftur til tín og játta navn títt og biðja teg bønliga um náði í hesum húsi, 34tá hoyri tú tað á himnum og fyrigev syndina hjá fólki tínum Ísrael og leið teir heim aftur í tað land, sum tú gavst fedrum teirra! 35Verður himmalin afturlatin, so einki regn kemur, av tí at teir synda móti tær, men tá ið teir biðja horvandi móti hesum staði og játta navn títt og snúgva sær frá syndum sínum, av tí at tú eyðmýkir teir, 36tá hoyri tú tað á himnum og fyrigev synd tænara tíns og fólks tíns Ísrael. Ja, kenn teimum tann góða vegin, ið teir eiga at ganga, og lat tað regna yvir land títt, ið tú gavst fólki tínum til ognar! 37Um hungursneyð verður í landinum, ella drepsótt kemur og í akrinum moldroði og gulnan, ongsprettur ella jarðvargar, ella fíggindar teirra søkja at teim í borgum landsins, og ógæva og sjúka níva teir – 38hvørja bøn um náði, ið tá hvør maður í fólki tínum Ísrael biður, av tí at hann kennir iðrunarsviða í hjarta sínum og rættir bønandi armar sínar móti hesum húsi, 39hana hoyri tú á himnum í bústaði tínum og fyrigev og ger vart við teg og løn hvørjum eftir atferð hans; tí at tú kennir hjarta hans, av tí at tú kennir hjørtu alra manna, 40til tess at teir mega óttast teg alla ta stund, teir liva í tí landi, sum tú gavst fedrum várum. 41Útlendingurin, ið ikki er av fólki tínum Ísrael, men kemur úr fjarløgdum landi vegna navns tíns – 42tí teir munnu fara at hoyra um títt mikla navn, tína sterku hond og tín útrætta arm – um hann kemur higar og heldur bøn fyri framman hesum húsi, 43tá hoyri tú hann á himnum í bústaði tínum og veit honum alt tað, ið hann biður teg um, til tess at allar tjóðir á fold mega kenna navn títt og óttast teg eins og fólk títt Ísrael, og til tess at teir mega vita, at navn títt er nevnt yvir hesum húsi, sum eg havi bygt. 44Um fólk títt fer í hernað móti fíggindum sínum, hagar sum tú sendir teir, og teir biðja til tín horvandi móti teirri borg, ið tú hevur bygt tínum navni, 45tá hoyri tú á himnum bøn teirra og bønligu ákallan og veit teimum rætt teirra! 46Tá ið teir synda móti tær – tí eingin er til, ið ongantíð syndar – og tú reiðist á teir og gevur teir í vald fíggindans, so at hann hertekur teir og flytur teir burtur í hetta ella hatta fíggindalandið, 47og teir so ganga í seg sjálvar í tí landi, sum teir eru burturriknir til, og venda við og biðja bønliga til tín í tí landi, sum teir vórðu herleiddir til, og siga: Vit hava syndað, eru farnir skeivir og hava verið gudleysir, 48og teir snúgva sær aftur til tín av heilum huga og allari sál í landi fígginda teirra, ið teir eru burturriknir til, og biðja til tín horvandi móti landi sínum, ið tú gavst fedrum teirra, móti teirri borg, ið tú hevur útvalt, og húsi tí, sum eg havi bygt navni tínum – 49tá hoyri tú á himnum í bústaði tínum bønir og bønligu ákallanir teirra og veit teimum rætt teirra; 50og fyrigev fólki tínum syndir teirra og allar tær misgerðir, ið teir hava gjørt móti tær, og lat teir finna miskunnsemi hjá teimum, sum herleiddu teir, so at teir várkunna teimum; 51tí at teir eru jú fólk títt og ogn tín, ið tú leiddi út úr Egyptalandi, úr jarnovninum. 52Ja, gævi eygu tíni mega vera opin fyri bønligu ákallan tænara tíns og fólks tíns Ísraels, so at tú bønhoyrir teir í øllum, sum teir biðja teg um! 53Tí at tú hevur skilað tey frá øllum tjóðum á fold til tess at vera ogn tín, so sum tú talaði við Mósesi, tænara tínum, ta ferðina tá ið tú, Harri drottin, leiddi fedrar okkara út úr Egyptalandi!»
54Tá ið Sálomon hevði lokið alla bøn sína og bønligu ákallan til Harrans, reis hann frammi fyri altari Harrans, har hann hevði ligið á knæ við útrættum ørmum móti himni. 55Síðan gekk hann fram og vælsignaði allan Ísraels savnað við harðari rødd og mælti: 56«Lovaður veri Harrin, ið samsvarandi heitum sínum hevur givið fólki sínum hvíldarstað. Av øllum teimum fyrijáttanum, ið hann gav Mósesi, tænara sínum, hevur eingin svitast. 57Gævi Harrin, Guð okkara, verður við okkum, eins og hann var við fedrum okkara; gævi hann ikki gevur okkum yvir og rekur okkum burtur, 58men heldur snýr hjørtum okkara til sín, so at vit ganga leiðir hansara og varðveita boðorð hansara, fyriskipanir og lógir, ið hann legði fyri fedrar okkara. 59Og gævi hesi orð míni, sum eg bønandi havi borið fram fyri Harran, mega vera nær hjá Harranum, Guði várum, bæði nátt og dag, so at hann veitir tænara sínum og fólki sínum Ísrael tann rætt, ið hvønn dag er fyri neyðini, 60til tess at allar tjóðir á fold mega sanna, at Harrin er Guð og eingin annar. 61Stundið nú á Harran, Guð váran, av heilum huga og verið lógum hans lýdnir og varðveitið boðorð hans eins og í dag!» 62Síðan ofraði kongur og allur Ísrael við honum sláturoffur frammi fyri Harranum. 63Og sum takkaroffur ofraði Sálomon Harranum tjúgu og tvey túsund stórdýr og eitt hundrað og tjúgu túsund smalur. Soleiðis vígdi kongur og allir Ísraelsmenn hús Harrans. 64Sama dag halgaði kongur miðpart forgarðsins, sum er framman fyri húsi Harrans; tí at har mátti hann ofra brenniofrini og grónofrini og hini feitu stykki takkarofranna, av tí at koparaltarið, ið stóð frammi fyri Harranum, var ov lítið til at taka brenniofrini, grónofrini og hini feitu stykki takkarofranna. 65Samstundis helt Sálomon í sjey dagar saman við øllum Ísrael hátíðina fyri ásjón Harrans, Guðs várs, ovurmikil savnaður, ið komin var úr øllum landinum, frá Hámat í norðuri og suður at Egyptalands á. 66Áttanda dagin læt hann fólkið fara heim aftur; og teir vælsignaðu kong og fóru heim til sín sjálvs, glaðir og hjartans fegnir yvir alt tað góða, ið Harrin hevði gjørt Dávidi, tænara sínum, og Ísrael, fólki sínum.

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 8: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in