Fyrra Kongabók 3
3
Sálomon giftist við egyptiskari kongsdóttur
1Tá ið Sálomon hevði fingið fastar tøkur á kongsvaldinum, bant hann mágskap við Fárao, kong í Egyptalandi, við at giftast við dóttur hansara, og hann flutti hana niðan í Dávidsborgina, til hann var liðugur at byggja hús sítt og hús Harrans og borgargarðin kring um Jerúsalem. 2Men fólkið ofraði enn á offurheyggjunum; tí at enn var ikki bygt navni Harrans nakað hús. 3Og Sálomon elskaði Harran, so at hann lýðin fylgdi fyriskipanum Dávids, faðirs síns. Tó ofraði hann sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. 4Eina ferð fór kongur til Gibeon til at ofra har; tí at har var aðaloffurheyggjurin; túsund brennioffur ofraði Sálomon á tí altari.
Dreymur Sálomons
5Tá birtist Harrin fyri Sálomoni í dreymum á nátt. Og Guð segði: «Hvat tú vilt hava, vil eg geva tær.» 6Sálomon svaraði: «Tú sýndi faðir mínum Dávidi, tænara tínum, mikla góðvild, av tí at hann gekk fyri ásjón tíni í trúfesti og rættlæti og tænti tær av heilum huga; tessvegna lætst tú hesa miklu miskunn verða verandi yvir honum og gavst honum son, ið nú situr í hásæti hans. 7Og nú hevur tú, Harrin, Guð mín, sett meg, tænara tín, sum kong í stað Dávids, faðirs míns, men eg eri blaðungur og dugi valla at stýra mínum fetum; 8og her standi eg, tænari tín, mitt í fólki tínum, ið tú útvaldi tær, eitt fólk so fjølment, at ikki tal fæst á tí, og so stórt, at tað ber av allari metan. 9Gev tí tænara tínum hoyriligt hjarta til at døma fólk títt og skynsemi til at greina gott frá illum, tí at hvør er førur fyri at døma hetta fjølmenta fólk títt?» 10Harranum líkaði væl, at Sálomon bað um hetta. 11Og Guð segði við hann: «Av tí at tú baðst um hetta og ikki baðst um langt lív og nógvar ognir ella um lív fígginda tína, men baðst um skynsemi til at døma rættvíst, 12so vil eg gera tær til vildar og geva tær vit so bjart og stórt, at javnlíki tín ikki hevur verið undan tær og ongantíð man koma eftir teg. 13Umframt gevi eg tær eisini tað, sum tú ikki baðst um, bæði ognir og heiður, so at eingin kongur kann javnbjóða seg við teg alla ævi tína. 14Og um tú gongur leiðir mínar og varðveitir fyriskipanir og boðorð míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi, so skal eg geva tær langt lív.» 15Tá vaknaði Sálomon, og sí, tað var dreymur. Og tá ið hann var komin aftur til Jerúsalem, gekk hann fram fyri sáttmálaørk Harrans og ofraði brennioffur og takkaroffur og gjørdi drykkjuveitslu fyri øllum tænarum sínum.
Dómsspeki Sálomons
16Um tað leitið komu tvey kvøldarvív og gingu inn fyri kong. 17Onnur konan mælti: «Hoyr meg, harri mín; eg og handa konan har búgva saman; og heima í húsi okkara føddi eg barn, meðan hon var hjá. 18Men triðja dagin eftir barnferð mína føddi handa konan eisini barn; og vit vóru saman og eingin annar hjá okkum í húsinum, vit vóru tvær einar í húsi. 19So eina náttina doyði sonurin hjá hasi konuni, av tí at hon hevði lagt seg á hann. 20Men á miðjari nátt, meðan trælkona tín lá í fasta svøvni, fór hon upp og tók son mín undan liðini og legði hann at brósti hjá sær, men deyða son sín legði hon at brósti hjá mær í staðin. 21Og tá ið eg um morgunin fór upp og ætlaði at geva syni mínum bróst, sí, tá var hann deyður; men tá ið eg hugdi gjøllari at honum seinni um morgunin, sí, tá var tað ikki sonur mín, hann, sum eg hevði átt.» 22Men hin konan segði: «Nei, hin livandi er sonur mín, men hin deyði er sonur tín!» Og henda segði: «Nei, hin livandi er sonur mín; men hin deyði er sonur tín!» Soleiðis munnkýttust tær frammi fyri kongi. 23Tá mælti kongur: «Henda sigur: Hesin, ið livir, er sonur mín; hin deyði er sonur tín! Og handa sigur: Nei, nei, hin deyði er sonur tín; men hin livandi er sonur mín!» 24Og kongur segði: «Fáið mær svørð!» Og tá ið teir høvdu borið kongi svørðið, 25mælti hann: «Høggið barnið, ið livir, sundur í tógvar lutir, so at hvør teirra fær sín helmingin!» 26Tá vaknaði móðurkærleikin hjá henni, sum átti tað livandi barnið; og hon mælti: «Hoyr meg, harri mín; men gev henni tað livandi barnið og drep tað tó ikki.» Men hin mælti: «Hvørgin okkara eigur at fáa tað! Høgg tað sundur!» 27Tá tók kongur til orða og mælti: «Gevið henni barnið, ið livir, og drepið tað tó ikki; tí at hon er móðir tess!» 28Og allur Ísrael hoyrdi um dómin, ið Sálomon hevði dømt; og teir óttaðust fyri kongi; tí at teir sóu, at hann hevði guddómligan vísdóm til at døma.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 3: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society