Bible App logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 4

4
Embætismenn Sálomons
1Sálomon var nú kongur yvir øllum Ísrael. 2Hesir vóru hægstu embætismenn hansara: Ázarja Zádoksson var prestur. 3Elihóref og Áhija Sjisjasynir vóru skrivarar; Jósjafat Áhiludsson var frásagnarmeistari. 4Benaja Jójadason var herhøvdingi, Zádok og Ebjatar vóru prestar. 5Ázarja Nátansson var høvuðsfúti, og Zábud Nátansson var vinmaður kongs. 6Áhisjar var drottseti, og Ádóniram Abdason hevði umsjón við skylduvinnuni. 7Somuleiðis hevði Sálomon úti um allan Ísrael tólv fútar, ið skuldu fáa kongi og húsi hansara vistir til vegar, hvør teirra ein mánað á hvørjum ári. 8Hesi vóru nøvn teirra: Ben-Hur á Efraims fjøllum; 9Ben-Deker í Mákaz og Sjáalbim, Bet-Sjemesj og Elon alt at Bet-Hánan; 10Ben-Hesed í Árubbot valdaði Sóko og øllum Hefer landi; 11Ben-Ábinadab hevði alt Dór-hálandið undir sær; hann hevði Táfat, dóttur Sálomons, til konu. 12Báana Áhiludsson hevði undir sær Táanak og Megiddo og alt Bet-Sjean uppi við Záretan fyri niðan Jizreel frá Bet-Sjean alt at Ábel-Mehóla yvir um Jokmeam. 13Ben-Geber í Rámot í Gilead hevði undir sær tjaldbygdir Jáirs Manassesonar í Gilead; hann hevði eisini undir sær landslutin Argob í Básjan, seksti stórar borgir við borgargørðum og lokum av kopari. 14Áhinadab Iddoson í Máhanáim; 15Áhimáaz í Naftali; eisini hann var giftur við eini dóttur Sálomons, Básemat; 16Báana Husjaison í Ásjer og Bealot; 17Jósjafat Páruason í Issakar; 18Sjimei Elason í Benjamin; 19Geber Uriason í Gáds landi, landinum, ið Sihon, kongur Ámorita, og Og, kongur í Básjan, høvdu valdað. Hann var einsamallur fúti har í landinum.
Máttur Sálomons og eyður
20Júda og Ísrael vóru tá á sinni fjølmentir sum sandurin við sævarflóð; teir ótu og drukku og hildu sær at gaman. 21Sálomon valdaði øllum ríkjum frá Ánni til Filistalands og til markaskil Egyptalands; og teir komu við gávum og tæntu Sálomoni alla ævi hans. 22Sálomoni turvdi dagliga til matna tríati kor av hveiti, seksti kor av grovum mjøli, 23tíggju gøðingaroksar, tíggju hagaoksar og hundrað smalur umframt hjørtir, skógargeitir, dáhjørtir og gøddar fuglar. 24Tí hann valdaði øllum landi fyri vestan Ánna frá Tifsa alt at Gaza, øllum kongunum fyri vestan Ánna, og bant frið við øll grannalond, 25so at Júda og Ísrael búðu í trygdum, hvør maður undir sínum vínberjatræi og fikutræi frá Dán alt at Beersjebu alla ævi Sálomons. 26Sálomon hevði fjøruti túsund pør av hestum fyri vagnum og tólv túsund reiðhestar. 27Og áðurnevndu fútar fingu Sálomoni kongi og øllum borðgestum hans vistir til vegar hvør í sínum mánaði; og einki lótu teir skorta. 28Og bygg og hoyggj til ross og akdjór flutti hvør teirra eftir skyldu síni hagar, sum kongur var.
Vísdómur Sálomons
29Og Guð gav Sálomoni vísdóm og ovurmikla vitsku og skynsemi ómetaligt sum sandin við sævarflóð, 30so at vísdómur Sálomons var størri enn vísdómur alra Eysturbúgva og størri enn vísdómur Egyptalands. 31Hann var alra manna vitrastur, ja, vitrari enn Etan Ezraiti og Heman, Kalkol og Darda Máholssynir; og var hann navngitin hjá hvørji tjóð har um leið. 32Hann gjørdi trý túsund orðtøk, og sangir hans vóru eitt túsund og fimm í tali. 33Hann sang um trøini alt frá sedristrænum á Libanon og til ýsopsins, ið veksur út úr vegginum; og hann kvað um fæ og fuglar, skriðkykt og fiskar. 34Og menn komu av øllum tjóðum at hoyra vísdóm Sálomons, kongar úr øllum londum, ið hoyrt høvdu vísdóm hans gitnan.

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 4: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in