1
Fyrra Kongabók 3:9
BÍBLIA
FB
Gev tí tænara tínum hoyriligt hjarta til at døma fólk títt og skynsemi til at greina gott frá illum, tí at hvør er førur fyri at døma hetta fjølmenta fólk títt?»
Compare
Explore Fyrra Kongabók 3:9
2
Fyrra Kongabók 3:12
so vil eg gera tær til vildar og geva tær vit so bjart og stórt, at javnlíki tín ikki hevur verið undan tær og ongantíð man koma eftir teg.
Explore Fyrra Kongabók 3:12
3
Fyrra Kongabók 3:11
Og Guð segði við hann: «Av tí at tú baðst um hetta og ikki baðst um langt lív og nógvar ognir ella um lív fígginda tína, men baðst um skynsemi til at døma rættvíst
Explore Fyrra Kongabók 3:11
4
Fyrra Kongabók 3:13
Umframt gevi eg tær eisini tað, sum tú ikki baðst um, bæði ognir og heiður, so at eingin kongur kann javnbjóða seg við teg alla ævi tína.
Explore Fyrra Kongabók 3:13
5
Fyrra Kongabók 3:14
Og um tú gongur leiðir mínar og varðveitir fyriskipanir og boðorð míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi, so skal eg geva tær langt lív.»
Explore Fyrra Kongabók 3:14
6
Fyrra Kongabók 3:5
Tá birtist Harrin fyri Sálomoni í dreymum á nátt. Og Guð segði: «Hvat tú vilt hava, vil eg geva tær.»
Explore Fyrra Kongabók 3:5
7
Fyrra Kongabók 3:7
Og nú hevur tú, Harrin, Guð mín, sett meg, tænara tín, sum kong í stað Dávids, faðirs míns, men eg eri blaðungur og dugi valla at stýra mínum fetum
Explore Fyrra Kongabók 3:7
8
Fyrra Kongabók 3:10
Harranum líkaði væl, at Sálomon bað um hetta.
Explore Fyrra Kongabók 3:10
9
Fyrra Kongabók 3:6
Sálomon svaraði: «Tú sýndi faðir mínum Dávidi, tænara tínum, mikla góðvild, av tí at hann gekk fyri ásjón tíni í trúfesti og rættlæti og tænti tær av heilum huga; tessvegna lætst tú hesa miklu miskunn verða verandi yvir honum og gavst honum son, ið nú situr í hásæti hans.
Explore Fyrra Kongabók 3:6
10
Fyrra Kongabók 3:8
og her standi eg, tænari tín, mitt í fólki tínum, ið tú útvaldi tær, eitt fólk so fjølment, at ikki tal fæst á tí, og so stórt, at tað ber av allari metan.
Explore Fyrra Kongabók 3:8