Bible App logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 2

2
Síðstu orð Dávids við Sálomon
1Tá ið deyðadagur Dávids nærkaðist, legði hann Sálomoni, syni sínum ríkan við og segði: 2«Eg fari nú ta leið, sum alt her á fold má fara; men ver nú hugdjarvur og lat tað síggjast, at tú ert maður! 3Og gæta tað, ið Harrin, Guð tín, býður, so at tú gongur á vegi hans og varðveitir lógir hans, boðorð, fyriskipanir og vitnisburðir, eins og skipað er í Móselóg, til tess at tær má farast væl í øllum, sum tú hevst at, og hvar tú so fert, 4so at Harrin má evna orð síni, sum hann talaði til mín, tá ið hann segði: Um synir tínir varða um veg sín og ganga í sannleika fyri ásjón míni av heilum huga og allari sál, tá skal ikki vanta tær eftirmaður í hásæti Ísraels! 5Tú veitst eisini sjálvur, hvat ið Jóab Zerujuson hevur gjørt mær, hvussu hann fór við báðum herhøvdingum Ísraels, Ábneri Nerssyni og Ámasa Jeterssyni, sum hann myrdi og soleiðis helti út blóð í friðartíð og dálkaði beltið um lendar mínar og skógvarnar um føtur mínar við sakleysum blóði. 6Nýt nú fróðskap tín og lat ikki hansara gráu hár fara í friði niður í helheim! 7Men sonum Barzillai Gileadita skalt tú sýna mildi og lata teir vera millum teirra, ið eta við borð títt, tí at soleiðis komu teir ímóti mær ta ferðina, tá ið eg flýddi undan Absaloni, bróður tínum. 8Eisini hevur tú hjá tær Benjaminitan Simei Gerason úr Báhurim, sum las oman yvir meg øgiligar illbønir hina ferðina, tá ið eg fór til Máhanáim. Og tá ið hann seinni kom oman at Jórdan ímóti mær, svór eg honum so dýran um Harran og segði: Ikki skal eg taka teg av lívi! 9Men tú skalt ikki lata hann sleppa undan revsing; tí at tú ert vitur maður og manst vita, hvussu tú eigur at fara við honum, so at hansara gráu hár fara blóðdálkað niður í helheim.»
Andlát Dávids
10Síðan legðist Dávid til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini. 11Í fjøruti ár hevði Dávid verið kongur yvir Ísrael; í Hebron ráddi hann í sjey ár og í Jerúsalem tríati og trý. 12Síðan settist Sálomon í hásæti Dávids, faðirs síns; og kongsdømi hansara megnaðist í hvørjum.
Sálomon beinir fyri Ádónija og bandamonnum hans
13So ein dagin fór Ádónija, sonur Haggitar, inn til Batsebu, móður Sálomons, og tá ið hon spurdi hann, um hann kom við friði, játtaði hann 14og mælti: «Eg havi nakað at tala við teg um.» Og hon segði: «Tala!» 15Tá mælti hann: «Tú veitst sjálv, at kongsdømið av rættum hoyrdi mær til, og at allur Ísrael leit at mær sum kongsevni; men nú er øðrvísi vorðið, tí at Harrin hevur snúð bróður mínum ríkið til handar. 16Men nú fari eg at biðja teg um eitt, sum tú mást ikki sýta mær.» Hon segði við hann: «Tala!» 17Tá mælti hann: «Tala við Sálomon kong – tí at ikki man hann vísa tær burtur – um at geva mær Ábisjag úr Sjúnem til konu.» 18Batseba svaraði: «Fegin skal eg tala við kong um mál títt.» 19Síðan fór Batseba at finna Sálomon kong á máli um Ádónija. Kongur reis og fór ímóti henni, lútaði henni og settist aftur í hásæti sítt; síðan læt hann tignarstól seta fram fyri kongsmóðurina, ið sessaðist honum til høgru handar. 20Tá mælti hon: «Eg komi til tín við eini lítlari bøn; ikki mást tú vísa mær burtur.» Kongur segði við hana: «Sig mær bøn tína, móðir mín; ikki skal eg vísa tær burtur.» 21Tá mælti hon: «Lat Ádónija, bróður tín, fáa Ábisjag úr Sjúnem til konu.» 22Sálomon kongur svaraði og segði við móður sína: «Hví biður tú bert um Ábisjag úr Sjúnem Ádónija til handar? Bið heldur um kongsríkið til hansara; tí at hann er elsti bróðir mín, og við honum halda Ebjatar prestur og Jóab Zerujuson!» 23Tá svór Sálomon kongur við Harran og mælti: «Guð agi meg bæði á ein og annan hátt nú og framvegis, um ikki Ádónija skal bøta við lívinum fyri hetta orð! 24Og nú, so satt sum Harrin livir, ið mær hevur givið vald og sett meg í hásæti Dávids, faðirs míns, og hevur reist mær hús, eins og hann hevði lovað: Ádónija skal týna lívið og tað í dag!» 25Síðan sendi Sálomon kongur Benaja Jójadason at drepa hann; soleiðis læt Ádónija lív sítt. 26Men við Ebjatar prest segði kongur: «Far tær aftur á búgv títt í Ánatot; tú átti at latið lív; men á hesum degi vil eg ikki taka teg av lívi, tí at tú hevur borið ørk Harrans, drottins, fyri Dávidi, faðir mínum, og allar tær neyðir, ið faðir mín mátti líða, leiðst tú saman við honum!» 27Síðan rak Sálomon Ebjatar burtur, so at hann ikki longur skuldi vera prestur fyri Harranum, til tess at orð Harrans skuldu ganga út, ið hann hevði talað um hús Eli í Silo. 28Men tá ið Jóab, sum hevði bundið felag við Ádónija og ikki við Absalon, fekk fregn um hetta, flýddi hann at tjaldi Harrans og treiv um altarshornini. 29Men tá ið Sálomon kongur frætti, at Jóab var flýddur inn í tjald Harrans og stóð við altarið, beyð hann Benaja Jójadasyni fara og veita honum banahøgg. 30Benaja Jójadason kom tá at tjaldi Harrans og segði við hann: «So býður kongur: Kom út haðan!» Men hin svaraði: «Nei, her vil eg doyggja!» Benaja fór tá og segði fyri kongi, hvussu Jóab hevði svarað. 31Men kongur segði við hann: «Ger, sum hann bað teg; drep hann og jarða hann og reinsa soleiðis av mær og ætt míni tað blóð, sum hann úthelti fyri onga søk; 32Harrin letur blóðsekt hans koma oman yvir hann sjálvan, fyri at hann vá tveir menn, ið rættvísari og betri vóru enn hann: Ábner Nersson, herhøvdinga Ísraels, og Ámasa Jetersson, herhøvdinga Júda, sum hann drap við svørði, uttan at Dávid, faðir mín, visti av; 33nú man blóð teirra koma oman yvir Jóab og avkom hans um allar ævir; men Harrin skal lata Dávid og avkom hans og hús og hásæti hans hava frið um allar ævir!» 34Tá fór Benaja Jójadason og veitti honum banahøgg; og hann varð jarðaður í húsi sínum í oyðimørkini. 35Kongur skipaði nú Benaja Jójadason herhøvdinga í Jóabs stað, og Zádok prest skipaði hann í Ebjatars stað. 36Síðan sendi kongur boð eftir Simei og segði við hann: «Bygg tær hús í Jerúsalem, búgv har og far als ikki burtur haðan! 37Tí at tað skalt tú vita, at tann dag tú fert haðan og gongur yvir um ánna Kedron, ert tú feigmaður! Skal tá blóð títt koma oman yvir høvur títt!» 38Simei svaraði kongi: «Hetta hóvar mær væl; eins og kongur, harri mín, hevur sagt, vil trælur tín gera.» Síðan búði Simei langa tíð í Jerúsalem. 39Men tá ið trý ár vóru umliðin, bar so á, at tveir trælir hjá Simei rýmdu til Ákisj Máakasonar, kongs í Gát. Og tá ið Simei frætti, at trælir hansara vóru í Gát, 40búði hann seg til, saðlaði asna sín og fór til Gát til Ákisj eftir trælum sínum; og Simei fór og kom heim aftur við trælum sínum úr Gát. 41Tá ið Sálomon frætti, at Simei var farin úr Jerúsalem til Gát og heim aftur komin, 42sendi hann boð eftir Simei og segði við hann: «Havi eg ikki latið teg svørja við Harran og lagt tær dýrt við og sagt: Vita skalt tú fyri vist, at tann dag, tú fert nakrar aðrar staðir burtur, ert tú feigmaður. Og tú svaraði mær: Eg havi hoyrt og latið mær tað væl líka. 43Hví hevur tú ikki hildið tann eið, ið svorin var Harranum, og tað boð, sum eg gav tær?» 44Framvegis segði kongur við Simei: «Tú veitst sjálvur um alt tað illa, ið tú hevur gjørt Dávidi, faðir mínum; nú letur Harrin ilsku tína koma oman yvir sjálvan teg; 45men Sálomon kongur skal signast, og hásæti Dávids standa støðugt fyri ásjón Harrans um allar ævir!» 46Síðan beyð kongur Benaja Jójadasyni at fara og drepa hann; og soleiðis læt hann lív.

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 2: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in