Bible App logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 1

1
Ábisjag úr Sjúnem
1Dávid kongur var nú gamal og hevði nógv ár á baki; og tó at hann varð ballaður inn í klæði, fekst hann ikki at orna. 2Tá søgdu tænarar hansara við hann: «Kongi, harra mínum, eigur at verða fingin til handa einhvør ung moyggj, ið kann tæna kongi og hugla um hann; tá ið hon svevur við barm tín, man kongur, harri mín, fara at orna.» 3So leitaðu teir eftir vakrari ungari gentu í øllum Ísraels landi og funnu Ábisjag úr Sjúnem; hana leiddu teir inn fyri kong. 4Hon var frálíka vøkur genta; og hon huglaði um kongin og tænti honum, men kongur nam hana ikki.
Ádónija og Sálomon stríðast um kongsdømið
5Ádónija, sonur Haggitar, gjørdist hástórur og hugsaði við sær: «Eg vil vera kongur.» Og hann fekk sær vagnar og ross og fimmti mans at renna framman fyri sær. 6Ongantíð hevði faðir hansara revsað hann og sagt við hann: «Hví hevst tú at tílíkum?» Eisini var hann frálíka fríður í ásjón og á aldri næstur Absaloni. 7Hann samráddist við Jóab Zerujuson og við Ebjatar prest; og teir bundu felag við Ádónija. 8Men Zádok prestur og Benaja Jójadason og Nátan profetur og Simei og Rei og hetjur Dávids hildu ikki við Ádónija. 9Ádónija slátraði nú smalur og stórdýr og gøðingardjór við Ormasteinin, ið er við Rógel keldu; og øllum brøðrum sínum, kongssonunum og øllum Júdamonnum, ið tæntu kongi, beyð hann við; 10men Nátani profeti og Benaja og hetjunum og Sálomoni, bróður sínum, beyð hann ikki við. 11Tá mælti Nátan profetur við Batsebu, móður Sálomons: «Hevur tú ikki frætt, at Ádónija, sonur Haggitar, er vorðin kongur, og Dávid, harri okkara, veit ikki av tí? 12Men nú skal eg leggja tær ráð, til tess at tú og sonur tín Sálomon mega bjarga lívinum: 13Far inn fyri Dávid kong og sig við hann: Heitti tú, kongur, harri mín, ikki trælkonu tíni við eiðargerð, at Sálomon, sonur tín, skuldi verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum – hví er tá Ádónija nú vorðin kongur? 14Og meðan tú enn stendur og talar við kong, komi eg inn aftan á teg og staðfesti orð tíni.» 15Síðan gekk Batseba inn fyri kong í svøvnskemmuna; men kongur var tá ógvuliga gamal; og Ábisjag úr Sjúnem huglaði um hann. 16Og tá ið Batseba fell á knæ og lútaði kongi, mælti kongur: «Hvat vilt tú?» 17Hon svaraði honum: «Harri mín, tú hevur svorið trælkonu tíni um Harran, Guð tín, at Sálomon, sonur tín, skal verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum, 18men nú er Ádónija vorðin kongur; og tú, kongur, harri mín, veitst av ongum. 19Hann hevur slátrað nøgdir av oksum, gøðingardjórum og smalum; og øllum kongssonunum og Ebjatari presti og Jóabi herhøvdinga hevur hann boðið við; men Sálomoni, træli tínum, hevur hann ikki boðið við. 20Og nú, kongur, harri mín, horva øll eygu í Ísrael at tær, til tess at tú skalt kunngera, hvør ið sita skal í hásæti kongsins, harra míns, eftir teg. 21Annars verður mær og Sálomoni, syni mínum, vandi til handa, tá ið kongur, harri mín, er farin til hvíldar hjá fedrum sínum.» 22Men meðan hon enn talaði við kong, kom Nátan profetur. 23Tá varð sagt fyri kongi: «Nátan profetur er komin higar.» Gekk hann tá inn fyri kong og fell fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi. 24Og Nátan mælti: «Hevur tú, kongur, harri mín, sagt, at Ádónija skal verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum? 25Tí at hann er farin oman í dag og hevur slátrað nøgdir av oksum og gøðingardjórum og smalum; og øllum kongssonunum og herhøvdingunum og Ebjatari presti hevur hann boðið við; sita teir nú og eta og drekka saman við honum og rópa: Ádónija kongur livi! 26Men hvørki mær, træli tínum, ella Zádoki presti ella Benaja Jójadasyni ella Sálomoni, træli tínum, hevur hann boðið við. 27Manst tú, kongur, harri mín, hava skipað fyri hesum og ikki hava kunngjørt trælum tínum, hvør ið sita skal í hásæti kongsins, harra míns, eftir teg?» 28Tá tók Dávid kongur til orða og mælti: «Rópið mær Batsebu.» Gekk hon tá inn fyri kong og varð standandi frammi fyri honum. 29Tá svór kongur og mælti: «So satt sum Harrin livir, ið bjargað mær hevur úr øllum vanda: 30Havi eg áður svorið tær um Harran, Guð Ísraels, at sonur tín skuldi verða kongur eftir meg og sita í hásæti mínum í mín stað, so vil eg staðfesta tað í dag!» 31Tá fell Batseba fram á ásjón sína til jarðar, lútaði kongi og mælti: «Dávid kongur, harri mín, livi um allar ævir!» 32Tá mælti Dávid kongur: «Rópið mær Zádok prest, Nátan profet og Benaja Jójadason!» Og teir gingu inn fyri kong. 33Og kongur segði við teir: «Takið við tykkum menn harra tykkara, setið Sálomon upp á múldjór mítt og farið við honum oman til Gihon. 34Har skulu Zádok prestur og Nátan profetur salva hann til kong yvir Ísrael; blásið síðan í lúðurin og rópið: Sálomon kongur livi! 35Fylgið honum síðan higar, og tá ið hann er komin higar, skal hann setast í hásæti mítt og verða kongur í mín stað, tí at hann havi eg skipað til at verða høvdingi yvir Ísrael og Júda.» 36Tá svaraði Benaja Jójadason kongi og mælti: «Veri tað so! Harrin, Guð harra míns, man vissuliga útinna tað! 37Eins og Harrin hevur verið við kongi, harra mínum, soleiðis veri hann nú við Sálomoni og hevji hásæti hansara hátt yvir hásætið hjá Dávidi kongi, harra mínum!» 38Tá fóru teir Zádok prestur og Nátan profetur, Benaja Jójadason og Kretar og Pletar og settu Sálomon upp á múldjór Dávids kongs og fóru við honum til Gihon. 39Og Zádok prestur tók oljuhornið úr tjaldinum og salvaði Sálomon. Tá blástu teir í lúður, og alt fólkið rópaði: «Sálomon kongur livi!» 40Síðan fylgdi alt fólkið honum heim aftur við ljóðpípum og miklum fagnaðarrópum, so at jørðin mundi rivnað av rópum teirra. 41Hetta hoyrdu Ádónija og gestir hansara, beint sum teir høvdu lokið máltíðina. Og tá ið Jóab hoyrdi lúðraljómin, spurdi hann: «Hvat er hetta fyri glymur í borgini?» 42Men meðan hann talaði, kom Jónatan, sonur Ebjatars prests, rennandi. Tá rópaði Ádónija: «Kom higar; tí at tú ert álitismaður og manst flyta góð tíðindi!» 43Jónatan svaraði Ádónija og mælti: «Nei, Dávid, harri okkara, hevur skipað Sálomon til at vera kongur. 44Kongur sendi Zádok prest og Nátan profet, Benaja Jójadason og Kretar og Pletar við honum. 45Og Zádok prestur og Nátan profetur salvaðu hann til kong í Gihon og fylgdu honum síðan heim haðan við fagnaðarrópum; harav stóðst rómur í borgini; og hetta var tann glymur, sum tit hoyrdu. 46Eisini er Sálomon longu setstur í kongshásætið. 47Og somuleiðis komu tænarar kongs og bóðu Dávid kong, harra okkara, vera sælan og søgdu: Gævi Guð geri Sálomon navnframari enn teg og lati hásæti hans verða hægri enn hásæti títt! Tá lútaði kongur í bøn á legu síni 48og mælti soleiðis: Signaður veri Harrin, Guð Ísraels, sum skipað hevur í dag eftirmann í hásæti mítt og hevur latið mær eydnast at síggja tað!» 49Tá kom ræðsla á allar gestir Ádónija; teir hildu avstað og hildu hvør sína leið. 50Og so óttafullur varð Ádónija fyri Sálomoni, at hann tók til beins og treiv um altarshornini. 51Og tá ið hetta varð sagt fyri Sálomoni kongi, at Ádónija ræddist hann so illa, at hann hevði trivið um altarshornini og mælt: «Sálomon kongur svørji mær í dag, at hann ikki vil taka træl sín av lívi,» 52tá svaraði Sálomon: «Roynist hann reystur, skal ikki hár falla til jarðar av høvdi hans; men roynist hann illmenni, skal hann týna lívið!» 53Síðan beyð Sálomon kongur at taka hann frá altarinum; og tá ið hann kom og fell Sálomoni kongi til kníggja, segði Sálomon við hann: «Far nú heim til tín sjálvs!»

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 1: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in