«Eg fari nú ta leið, sum alt her á fold má fara; men ver nú hugdjarvur og lat tað síggjast, at tú ert maður! Og gæta tað, ið Harrin, Guð tín, býður, so at tú gongur á vegi hans og varðveitir lógir hans, boðorð, fyriskipanir og vitnisburðir, eins og skipað er í Móselóg, til tess at tær má farast væl í øllum, sum tú hevst at, og hvar tú so fert, so at Harrin má evna orð síni, sum hann talaði til mín, tá ið hann segði: Um synir tínir varða um veg sín og ganga í sannleika fyri ásjón míni av heilum huga og allari sál, tá skal ikki vanta tær eftirmaður í hásæti Ísraels!