Fyrra Kongabók 19
19
Elia undir Hóreb
1Ákab segði nú Jesabel frá øllum tí, sum Elia hevði gjørt, og hvussu hann hevði dripið allar profetarnar við svørði. 2Tá sendi Jesabel ørindrekar á fund við Elia og læt siga: «Gudarnir geri bæði hetta og hatta við meg, um eg ikki í morgin um hetta mundið fari við lívi tínum eins og farið hevur verið við lívi hvørs teirra!» 3Tá kom ótti á hann, og hann reis upp og fór avstað til tess at firra lívi sínum. Og tá ið hann var komin til Beersjebu, sum er í Júda, læt hann svein sín vera eftir har. 4Men sjálvur helt hann ferðini út í oyðimørkina; og tá ið hann var komin eina dagsferð fram, settist hann undir ein gývilrunn. Tá ynskti hann sær deyðan og mælti: «Nú er nóg mikið; tak nú, Harri, lív mítt, tí at eg eri ikki frægari enn fedrar mínir!» 5Síðan legði hann seg og sovnaði undir gývilrunninum. Men sí, ein eingil nart við hann og mælti: «Rís upp og et!» 6Og tá ið hann leit seg um, sá hann við høvdalagið nýbakaða køku og bolla við vatni; hann fekk sær nú at eta og drekka og legði seg aftur. 7Men eingil Harrans kom aftur og nart við hann aðru ferð og segði: «Rís upp og et, tí at annars verður leiðin tær ov long!» 8Tá reis hann upp og fekk sær at eta og drekka; og styrktur av hesum verði helt hann áfram í fjøruti dagar og fjøruti nætur, til hann kom at gudsfjallinum Hóreb. 9Har fór hann inn í helli og var har um náttina.
Elia fær opinbering undir Hóreb
Tá kom orð Harrans til hansara og segði við hann: «Hvat gert tú her, Elia?» 10Hann svaraði: «Eg brenni av vandlæti fyri sakir Harrans, Guðs herliðanna, av tí at Ísraelsmenn hava svikið sáttmála tín, brotið niður altar tíni og dripið profetar tínar; eg eri eina eftir; og mær royna teir eftir til tess at taka meg av lívi!» 11Tá mælti hann: «Far út og statt á fjallinum frammi fyri Harranum!» Og sí, Harrin fór framvið, og undan honum fór ógvuligt harðveður, ið sorlaði fjøllini og smildraði klettar; men Harrin var ikki í harðveðrinum. Eftir stormin kom landskjálvti; men Harrin var ikki í landskjálvtanum. 12Og eftir landskjálvtan kom eldur; men Harrin var ikki í eldinum. Eftir eldin kom lítið blídligt fleyr. 13Og tá ið Elia hoyrdi tað, huldi hann andlit sítt við skikkju síni, fór út og tók støðu við hellismunnan. Og sí, tá hoyrdi hann eina rødd siga: «Hvat gert tú her, Elia?» 14Hann svaraði: «Eg brenni í vandlæti fyri sakir Harrans, Guðs herliðanna, av tí at Ísraelsmenn hava svikið sáttmála tín, brotið niður altar tíni og dripið profetar tínar við svørði; eg eri nú eina eftir, og mær royna teir eftir til tess at taka meg av lívi!» 15Men Harrin segði við hann: «Vend aftur og far til oyðimørkina við Dámaskus; og far og salva Házael til kong yvir Áram. 16Nehu Nimsjison skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa Sjáfatsson úr Ábel-Mehóla skalt tú salva til profet í tín stað! 17Og hvønn tann, ið kemst undan svørði Házaels, skal Jehu drepa; og hvønn tann, ið kemst undan svørði Jehu, skal Elisa drepa. 18Men sjey túsund vil eg lata verða eftir í Ísrael, hvørt knæ, ið ikki hevur nigið fyri Báali, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.»
Elisa verður kallaður til profet
19Síðan fór hann haðan og hitti Elisa Sjáfatsson, ið fekst við at pløga; tólv pør av oksum gingu undan honum, og sjálvur gekk hann hjá tí tólvta. Tá fór Elia yvir til hansara og kastaði skikkju sína yvir hann. 20Tá fór hann frá oksunum, rann aftan á Elia og mælti: «Loyv mær fyrst at mynnast við faðir og móður, síðan skal eg fylgja tær!» Hann svaraði honum: «Far tú bara; men minst til, hvat ið eg havi gjørt við teg!» 21Tá vendi hann aftur og fór frá honum; so tók hann oksaparið og slátraði tað, kókaði oksarnar við týggjunum og gav fólkinum at eta. Síðan reis hann og fór aftan á Elia og tænti honum.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 19: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society