Bible App logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 18

18
Elia hittir Óbadja
1So leið tíðin, og á triðja ári kom orð Harrans til Elia soljóðandi: «Far og lat Ákab síggja teg. Eg ætli at lata tað regna aftur á jørðina.» 2Tá fór Elia til tess at lata Ákab síggja seg. Men hungursneyðin var mikil í Sámáriu. 3Ákab sendi tí boð eftir Óbadja drottseta. Óbadja var maður, ið óttaðist Harran mikið. 4Ta ferðina, tá ið Jesabel avoyddi profetar Harrans, hevði hann tikið hundrað profetar og krógvað teir í tveimum hellum, fimmti í hvørjum, og givið teimum mat og drekka. 5Ákab segði nú við Óbadja: «Latum okkum fara um landið og leita upp allar vatnslindir og allar løkir. Kanska finna vit gras, so at vit fáa hildið lív í rossum og múldjórum og sleppa undan at slátra nakað av fenaðinum.» 6Ákab og Óbadja skiftu nú landið sín ámillum til umferðar, soleiðis at teir fóru hvør sína leið. 7Meðan Óbadja nú gekk leið sína, møtti hann Elia; og tá ið hann bar kenslu á hann, fell hann fram á ásjón sína og mælti: «Er tað tú, harri mín, Elia?» 8Hann svaraði honum: «Ja, tað eri eg; far og sig harra tínum, at Elia er her.» 9Men hann svaraði: «Hvør er misgerð mín, at tú ætlar at geva tænara tín upp í hendur Ákabs, so at hann drepur meg? 10So satt sum Harrin, Guð tín, livir, er ikki til tann tjóð og tað ríki, hagar harri mín ikki hevur sent boð til tess at leita eftir tær. Og um sagt varð: Hann er ikki her, tá læt hann ta tjóð og tað ríki gera eið upp á, at eingin hevði hitt teg. 11Og nú biður tú meg fara og siga harra mínum frá, at Elia er her! 12Men fari eg frá tær, og andi Harrans tessámillum flytur teg á annan stað, sum er mær ókunnigur, og eg fari at siga Ákabi frá hesum, tá man hann drepa meg, um hann ikki finnur teg. Og tænari tín hevur tó óttast Harran frá ungum árum! 13Hevur harri mín ikki hoyrt, hvat ið eg gjørdi, tá ið Jesabel drap profetar Harrans, hvussu eg krógvaði hundrað av profetum Harrans í tveimum hellum, fimmti í hvørjum, og helt teir við breyði og vatni? 14Og kortini biður tú meg fara og siga harra mínum frá, at Elia er her, so at hann tekur meg av lívi!» 15Tá svaraði Elia: «So satt sum Harri herliðanna livir, fyri hvørs ásjón eg standi, vil eg í dag lata hann síggja meg!»
Elia fyri Ákabi
16Óbadja fór tá at hitta Ákab og segði honum frá hesum; síðan fór Ákab á fund við Elia. 17Og tá ið Ákab bar eyga við Elia, segði hann við hann: «Er tað tú, ið veldur Ísrael ógævu?» 18Hann svaraði: «Ikki eg havi volt Ísrael ógævu, men tú og ætt tín, av tí at tit havna boðorðum Harrans og elta Báalarnar! 19Men lat nú boð fara um og savna til mín á Karmelfjalli allan Ísrael saman við teim fýra hundrað og fimmti Báalsprofetum og teimum fýra hundrað Ásjeruprofetum, ið sita til borðs hjá Jesabel!»
Gudaroyndin á Karmel
20Ákab sendi nú boð um allan Ísrael og savnaði profetarnar saman á Karmelfjalli. 21Tá steig Elia fram fyri alt fólkið og mælti: «Hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Guð, tá fylgið honum; men er Báal Guð, tá fylgið honum!» Og fólkið fekk einki svarað honum. 22Tá mælti Elia við fólkið: «Eg eri eina eftir av profetum Harrans, og Báalsprofetarnir eru fýra hundrað og fimmti. 23Fáið okkum nú tveir ungar tarvar; teir skulu velja sær annan og skera hann sundur og leggja hann á brenniviðin, men ikki seta eld á; eg skal tá búgva hin til og leggja hann á brenniviðin, men ikki kynda eld. 24Ákallið tit tá navn guds tykkara, og eg skal ákalla navn Harrans. Tann gudur, ið tá svarar við eldi, hann er Guð!» Tá svaraði alt fólkið og segði: «Henda ætlanin er góð!» 25Síðan segði Elia við Báalsprofetarnar: «Kjósið tykkum nú annan tarvin og búgvið tit hann til fyrst, av tí at tit eru so nógvir; og ákallið síðan navn guds tykkara, men kyndið ikki eld!» 26Tá tóku teir tarvin og búðu hann til og ákallaðu Báal frá morgni til middags og rópaðu: «Báal, svara okkum!» Men har var deyðakvirt; eingin svaraði. Samstundis dansaðu teir haltandi kring um altarið, sum teir høvdu reist. 27Men um middagsleitið fór Elia at speireka teir og siga: «Rópið harðari; tí at hann er jú gudur; hann hevur annað at hugsa um; ella hann kann hava tikið seg burtur úr stað ella vera farin út at ferðast; eisini kann hann vera sovnaður og má tí vekjast upp.» 28Tá rópaðu teir enn harðari og tóku eftir siðvenju at skeina holdið við svørðum og spjótum, so blóðið rann niður eftir teimum. 29Og tá ið farið var um middag, leikaðu teir sum óðir og hildu á, líka til grónofrið skuldi verða framborið. Men har var deyðakvirt, einki svar og eingin bønhoyring. 30Tá segði Elia við alt fólkið: «Komið higar til mín!» Og tá ið alt fólkið var komið fram til hansara, fór hann at byggja uppaftur altar Harrans, ið niður hevði verið rivið. 31Og Elia tók tólv steinar samsvarandi talinum á ættargreinum Jákups, ið Harrin hevði talað við og sagt: «Ísrael skal navn títt verða!» 32Og hann bygdi í navni Harrans altar av steinunum og gróv veit rundan um altarið til støddar sum teigur, ið tvær seur av sáði fara í. 33Síðan legði hann brenniviðin upp á altarið, limaði tarvin sundur og legði hann á brenniviðin. 34Tá ið tað var gjørt, beyð hann: «Fyllið fýra kaggar við vatni og stoytið tað út yvir brenniofrið og viðin!» Teir so gjørdu. Men hann mælti: «Gerið tað aðru ferð!» Og teir gjørdu tað aðru ferð. Uppaftur mælti hann: «Gerið tað triðju ferð!» Og teir gjørdu tað triðju ferð. 35Tá rann vatnið kring um altarið, og eisini veitin varð full av vatni. 36Men um tað mundið, tá ið grónofrið skuldi verða framborið, steig Elia profetur fram og mælti: «Harri, Guð Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Guð, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum! 37Hoyr meg, Harri; hoyr meg, so hetta fólk má sanna, at tú, Harri, ert Guð, og at tú snýrt hjørtu teirra aftur til tín!» 38Tá fell eldur Harrans niður og oyddi brenniofrið, brenniviðin, steinarnar, ja eisini vatnið í veitini turkaði hann upp. 39Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: «Harrin er Guð! Harrin er Guð!» 40Men Elia segði við tey: «Takið profetar Báals á hondum; latið ongan teirra komast undan!» Og teir tóku teir á hondum, og Elia leiddi teir oman at Kisjon-ánni, og har drap hann teir.
Turkurin lættir av
41Síðan mælti Elia við Ákab: «Far nú niðan og et og drekk, tí at eg hoyri róm av regni!» 42Tá fór Ákab niðan til tess at eta og drekka; men Elia fór dygst niðan á Karmel, lútaði til jarðar og legði andlitið millum knøini. 43Seinnameiri mælti hann við svein sín: «Far niðan og lít út yvir havið!» Hann fór niðan og hugdi eftir, men segði seg einki at síggja. Sjey ferðir bað hann hann fara niðan, og sjey ferðir kom sveinurin aftur. 44Men sjeyndu ferð mælti hann: «Nú stígur lítið skýggj eins og manshond upp úr havsbrúnni.» Tá mælti Elia: «Far og sig við Ákab: Set nú fyri vagnin og skunda tær oman, so at tú ikki verður hindraður av regninum!» 45Og um eitt bil dró hann dimm stormskýggj upp á luftina, og tað varð stoytiregn. Men Ákab snúðist upp í vagn sín og helt ferðini til Jizreel. 46Men hond Harrans kom yvir Elia, og hann gyrdi seg um lendar og rann undan Ákabi alla leiðina til Jizreel.

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 18: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in