1
Fyrra Kongabók 19:12
BÍBLIA
FB
Og eftir landskjálvtan kom eldur; men Harrin var ikki í eldinum. Eftir eldin kom lítið blídligt fleyr.
Compare
Explore Fyrra Kongabók 19:12
2
Fyrra Kongabók 19:4
Men sjálvur helt hann ferðini út í oyðimørkina; og tá ið hann var komin eina dagsferð fram, settist hann undir ein gývilrunn. Tá ynskti hann sær deyðan og mælti: «Nú er nóg mikið; tak nú, Harri, lív mítt, tí at eg eri ikki frægari enn fedrar mínir!»
Explore Fyrra Kongabók 19:4
3
Fyrra Kongabók 19:11
Tá mælti hann: «Far út og statt á fjallinum frammi fyri Harranum!» Og sí, Harrin fór framvið, og undan honum fór ógvuligt harðveður, ið sorlaði fjøllini og smildraði klettar; men Harrin var ikki í harðveðrinum. Eftir stormin kom landskjálvti; men Harrin var ikki í landskjálvtanum.
Explore Fyrra Kongabók 19:11
4
Fyrra Kongabók 19:13
Og tá ið Elia hoyrdi tað, huldi hann andlit sítt við skikkju síni, fór út og tók støðu við hellismunnan. Og sí, tá hoyrdi hann eina rødd siga: «Hvat gert tú her, Elia?»
Explore Fyrra Kongabók 19:13
5
Fyrra Kongabók 19:9
Har fór hann inn í helli og var har um náttina. Tá kom orð Harrans til hansara og segði við hann: «Hvat gert tú her, Elia?»
Explore Fyrra Kongabók 19:9
6
Fyrra Kongabók 19:8
Tá reis hann upp og fekk sær at eta og drekka; og styrktur av hesum verði helt hann áfram í fjøruti dagar og fjøruti nætur, til hann kom at gudsfjallinum Hóreb.
Explore Fyrra Kongabók 19:8
7
Fyrra Kongabók 19:5
Síðan legði hann seg og sovnaði undir gývilrunninum. Men sí, ein eingil nart við hann og mælti: «Rís upp og et!»
Explore Fyrra Kongabók 19:5
8
Fyrra Kongabók 19:7
Men eingil Harrans kom aftur og nart við hann aðru ferð og segði: «Rís upp og et, tí at annars verður leiðin tær ov long!»
Explore Fyrra Kongabók 19:7
9
Fyrra Kongabók 19:10
Hann svaraði: «Eg brenni av vandlæti fyri sakir Harrans, Guðs herliðanna, av tí at Ísraelsmenn hava svikið sáttmála tín, brotið niður altar tíni og dripið profetar tínar; eg eri eina eftir; og mær royna teir eftir til tess at taka meg av lívi!»
Explore Fyrra Kongabók 19:10
10
Fyrra Kongabók 19:6
Og tá ið hann leit seg um, sá hann við høvdalagið nýbakaða køku og bolla við vatni; hann fekk sær nú at eta og drekka og legði seg aftur.
Explore Fyrra Kongabók 19:6
11
Fyrra Kongabók 19:2
Tá sendi Jesabel ørindrekar á fund við Elia og læt siga: «Gudarnir geri bæði hetta og hatta við meg, um eg ikki í morgin um hetta mundið fari við lívi tínum eins og farið hevur verið við lívi hvørs teirra!»
Explore Fyrra Kongabók 19:2
12
Fyrra Kongabók 19:18
Men sjey túsund vil eg lata verða eftir í Ísrael, hvørt knæ, ið ikki hevur nigið fyri Báali, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.»
Explore Fyrra Kongabók 19:18
13
Fyrra Kongabók 19:19
Síðan fór hann haðan og hitti Elisa Sjáfatsson, ið fekst við at pløga; tólv pør av oksum gingu undan honum, og sjálvur gekk hann hjá tí tólvta. Tá fór Elia yvir til hansara og kastaði skikkju sína yvir hann.
Explore Fyrra Kongabók 19:19
14
Fyrra Kongabók 19:21
Tá vendi hann aftur og fór frá honum; so tók hann oksaparið og slátraði tað, kókaði oksarnar við týggjunum og gav fólkinum at eta. Síðan reis hann og fór aftan á Elia og tænti honum.
Explore Fyrra Kongabók 19:21
15
Fyrra Kongabók 19:20
Tá fór hann frá oksunum, rann aftan á Elia og mælti: «Loyv mær fyrst at mynnast við faðir og móður, síðan skal eg fylgja tær!» Hann svaraði honum: «Far tú bara; men minst til, hvat ið eg havi gjørt við teg!»
Explore Fyrra Kongabók 19:20