Fyrra Kongabók 20
20
Ákab vinnur tvær ferðir sigur á Benhádadi
1Benhádad, kongur av Áram, savnaði allan her sín; og tríati og tveir kongar fylgdu honum við hestum og hervagnum; og hann fór niðan og kringsetti Sámáriu og gjørdi álop á hana. 2Hann sendi tá ørindrekar inn í borgina til Ákabs Ísraelskongs 3og læt siga við hann: «So sigur Benhádad: Silvur títt og gull er mítt; og hinar fagrastu konur tínar og børn tíni hoyra mær til!» 4Ísraels kongur svaraði og mælti: «Tær hoyri eg til við øllum, sum eg eigi, eins og tú mælir, harra kongur.» 5Ørindrekarnir komu tá aftur og søgdu: «So sigur Benhádad: Eg sendi boð til tín og læt siga: Silvur títt og gull og konur tínar og børn tíni skalt tú geva mær! 6Tá ið eg í morgin um hetta mundið sendi menn mínar til tín, skulu teir rannsaka hús títt og húsini hjá tænarum tínum og taka sær alt tað, ið teimum hugar, og hava tað aftur við sær.»
7Tá kallaði Ísraels kongur til sín allar hinar elstu í landinum og mælti: «Hyggið nú og síggið, hvussu hann er vándur í ráðum! Nú sendir hann boð eftir konum mínum og børnum, tó at eg hvørki havi sýtt honum gull ella silvur mítt!» 8Allir hinir elstu og fólkið alt svaraðu honum: «Lat tær ikki eftirlíka; lýð honum ikki!» 9Tá segði hann við ørindrekar Benhádads: «Farið og sigið konginum, harra mínum: Alt tað, sum tú á fyrsta sinni gavst tænara tínum boð um, vil eg gera; men hetta kann eg ikki gera.» Ørindrekar fóru og fluttu honum hetta svarið. 10Tá sendi Benhádad boð til hansara og læt siga: «Gudarnir geri mær bæði hetta og hatta nú og framvegis, um dustið í Sámáriu verður nóg mikið til at fylla lógvarnar á øllum tí herliði, sum fylgir!» 11Men Ísraels kongur sendi honum hetta svar: «Tann, sum herklæðist, eigur ikki at rósa sær eins og hann, ið fer úr herklæðum.» 12Benhádad fekk hetta svar, meðan hann sat í leyvbúðunum og drakk saman við kongunum; tá rópaði hann á menn sínar: «Til bardaga!» Og síðan herjaðu teir á borgina.
13Tá gekk einhvør profetur inn fyri Ákab, Ísraels kong, og mælti: «So sigur Harrin: Sært tú allan handa mikla manngarð? Sí, í dag man eg geva hann upp í tínar hendur, til tess at tú mást sanna, at eg eri Harrin!» 14Ákab spurdi: «Við hvørs hjálp?» Hann svaraði: «So sigur Harrin: Við sveinum landshøvdinganna!» Tá spurdi hann: «Hvør skal hevja orrustuna?» Hann svaraði: «Tú!» 15Tá kannaði hann menn landshøvdinganna, og vóru teir tvey hundrað og tríati og tveir; síðan kannaði hann alt liðið, allar Ísraelsmenn, sjey túsund mans. 16Um middagsleiti ráddu teir til útgongu, beint sum Benhádad sat og drakk í leyvbúðunum saman við teim tríati og tveimum kongum, ið fylgdu honum. 17Sveinar landshøvdinganna fóru fremstir út. Men tá ið Benhádad fekk boð um, at menn løgdu út av Sámáriu, 18mælti hann: «Hvørt teir koma við friði ella stríði, so takið teir á hondum livandi!» 19Men tá ið sveinar landshøvdinganna og herliðið, sum teimum fylgdi, høvdu lagt út av borgini, 20drópu teir frá hond; tá flýddu Áramitar; og Ísraelsmenn eltu teir; men Benhádad, kongur Áramita, komst undan á hestbaki saman við nøkrum reiðmonnum. 21Tá legði Ísraels kongur út og tók sum herfong bæði hestar og vagnar og vann miklan sigur á Áramitum.
22Men profeturin steig aftur fyri Ísraels kong og mælti við hann: «Herð hugin og hugsa um, hvat tú eigur at gera, tí at næsta ár kemur kongur Áramita aftur at herja á teg!»
23Tá søgdu menninir hjá kongi Áramita við hann: «Av tí at gudur teirra er fjallagudur, mundu teir vinna sigur á okkum; men berjast vit við teir á slættanum, munnu vit óivað vinna sigur á teimum. 24Men nú skalt tú gera hetta: Koyr allar kongarnar frá og set jallar í teirra stað. 25Savna tær síðan herlið av somu stødd sum hitt fyrra, ið tú misti, og eins mangar hestar og vagnar, og latum okkum berjast við teir á slættanum. Tá munnu vit vissuliga vinna sigur á teimum.» Hann tók við ráði teirra og gjørdi soleiðis.
26Árið eftir kannaði Benhádad Áramitar og fór síðan til Áfek í hernað móti Ísrael. 27Eisini Ísraelsmenn vórðu kannaðir; teir fingu vistir við, og fóru teir ímóti teimum og settu herbúðir sínar beint yvir av teimum; teir vóru eins og tvey smá geitarfylgi; men Áramitar sveimaðu fjølmentir um landið. 28Tá gekk Guðsmaðurin fram og talaði við Ísraels kong og mælti: «Aftur fyri at Áramitar siga, at Harrin er fjallagudur og ikki dalagudur, vil eg geva alla hesa miklu mannamúgvu upp í tínar hendur, til tess at tit mega sanna, at eg eri Harrin!» 29Soleiðis lógu teir nú í herbúðum hvør beint yvir av øðrum í sjey dagar; men sjeynda dagin hevjaðist orrustan, og Ísraelsmenn vunnu á Áramitum og feldu eftir einum degi eitt hundrað túsund menn av gonguherfólki.
30Men teir, ið eftir vóru, flýddu til Áfek, inn í borgina; men borgargarðurin datt oman yvir hesar tjúgu og sjey túsund mans, ið undan høvdu komist. Eisini Benhádad var flýddur og komin inn í eitthvørt hús, har hann rann úr einum herbergi aftur í annað. 31Tá søgdu menn hansara við hann: «Vit hava hoyrt, at Ísraels kongar eru várkunnsamir kongar; latum okkum binda sekk um lendar okkara og reip um hálsin og ganga út til Ísraels kongs; kanska letur hann teg liva.» 32Teir bundu tá sekk um lendar sínar og reip um hálsin og gingu út til Ísraels kongs og søgdu: «Trælur tín Benhádad sigur: Eir mínum lívi!» Hann svaraði: «Er hann enn á lívi? Hann er bróðir mín.» 33Menninir hildu hetta boða frá góðum og tóku beinanvegin orð hansara uppaftur og søgdu: «Benhádad er bróðir tín.» Hann svaraði: «Farið eftir honum!» Benhádad fór tá út til hansara, og hann tók hann upp í vagnin til sín. 34Tá mælti Benhádad við hann: «Borgirnar, ið faðir mín tók av faðir tínum, skal eg geva tær aftur, og tú mást byggja tær sølugøtur í Dámaskus, eins og faðir mín gjørdi í Sámáriu; og afturfyri skalt tú geva mær grið og frið!» Tá gjørdi hann sáttmála við hann og læt hann leysan.
35Men ein av profetasonunum segði við lagsbróður sín eftir orði Harrans: «Slá meg!» Men maðurin vildi ikki sláa hann. 36Tá segði hann við hann: «Av tí at tú ikki lýddi rødd Harrans, skal ljón skræða teg sundur í somu løtu, sum tú fert út frá mær!» Og so varð. Tá ið hann var farin frá honum, møtti honum ljónið, ið skræddi hann sundur. 37Og profetasonurin hitti annan mann og mælti: «Slá meg!» Og maðurin sló hann og særdi hann. 38Síðan fór profeturin leið sína og tók støðu á vegnum, ið kongur skuldi koma eftir. Men hann hevði gjørt seg ókenniligan við at binda fyri eyguni. 39Og tá ið kongur kom framvið, rópaði hann á kongin og mælti: «Trælur tín var í miðjari orrustuni; tá gekk maður fram úr fylkingini og kom til mín við manni og mælti: Ansa mær eftir hesum manni; kemst hann undan, tá skal lív títt liggja við, ella tú skalt gjalda eina talent í silvuri. 40Men trælur tín stákaðist her og har, og alt í einum var maðurin horvin.» Tá segði Ísraels kongur við hann: «Hetta er dómur tín; tú hevur sjálvur dømt!» 41Tá tók hann skundisliga bindið frá eygunum; og Ísraels kongur kendi hann aftur, at hann var ein av profetunum. 42Og hann segði við hann: «So sigur Harrin: Fyri at tú gavst tí manni grið og frið, sum eg hevði halgað til bannføringar, skalt tú gjalda við lívi tínum fyri lív hansara og við tjóð tíni fyri tjóð hansara!» 43Ilskur og illa hýrdur fór tá Ísraels kongur heim aftur og kom til Sámáriu.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 20: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society