Fyrra Kongabók 17
17
Elia inni fyri Ákabi
1Tá mælti Elia Tisjbiti úr Tisjbe í Gilead við Ákab: «So satt sum Harrin, Ísraels Guð, livir, fyri hvørs ásjón eg standi, skal í hesum árum hvørki drúpa regn ella døgg uttan eftir mínum boði!»
Við Krit
2Síðan kom orð Harrans til hansara soljóðandi: 3«Far tær hiðan eystur um Jórdan og krógva teg har við ánna Krit. 4Tú skalt drekka úr ánni, og ravnunum havi eg boðið at bera tær mat hagar.» 5Hann so gjørdi og fór eftir boði Harrans at taka upp bústað sín við ánna Krit fyri eystan Jórdan. 6Hvønn morgun komu ravnarnir við breyði til hansara og hvørt kvøld við kjøti; og hann drakk úr ánni.
Hjá einkjuni í Sáreptu
7Men tá ein tíð var umliðin, tornaði áin upp, av tí at einki regn kom á jørðina. 8Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: 9«Statt upp og far til Sáreptu við Zidon og búset teg har; tí at eg havi boðið eini einkju har at geva tær vistir.» 10Hann helt tá ferð síni til Sáreptu; og tá ið hann kom at borgarliðinum, var har einkja, ið fekst við at savna saman brennivið; hann rópaði á hana og mælti: «Gev mær eitt sindur av vatni upp í hetta ílátið til at sløkkja tostan við!» 11Og tá ið hon fór eftir tí, rópaði hann aftan á hana: «Tak eisini ein breyðbita við til mín!» 12Hon svaraði: «So satt sum Harrin, Guð tín, livir, eigi eg ikki so mikið sum eina køku, men einans ein neva av mjøli í stólpanum og eitt sindur av olju í krukkuni; og nú fáist eg við at savna saman nøkur sneisapetti; síðan ætli eg mær heim at matgera til mín og son mín; tá ið vit hava etið tað, mega vit doyggja.» 13Men Elia segði við hana: «Óttast ikki! Far bert heim og ger, eins og tú hevur sagt; men ger mær fyrst eina lítla køku burturav og ber mær hana higar; og matger síðan tær og syni tínum; 14tí at so sigur Harrin, Ísraels Guð: Mjølið í stólpanum skal ikki verða uppi, og oljan í krukkuni skal ikki tróta alt fram at tí degi, tá ið Harrin aftur letur regn koma á jørðina!» 15Hon fór tá og gjørdi, sum Elia hevði sagt; og bæði hon og sonur hennara høvdu nóg mikið at eta langa tíð. 16Mjølið í stólpanum varð ikki uppi, og oljan í krukkuni treyt ikki samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við Elia.
17Nakað eftir hetta sjúklaðist sonur húsfrúnnar, og sjúkan versnaði, til einki lív var eftir í honum. 18Tá mælti hon við Elia: «Hvat havi eg við teg at gera, tú Guðsmaður! Ert tú komin higar at minna á synd mína og deyða son mín?» 19Men hann segði við hana: «Fá mær son tín.» Og hann tók hann av fangi hennara og bar hann upp á loftið, har sum hann hølaðist, og legði hann í rekkju sína. 20Síðan rópaði hann til Harrans og segði: Harri, Guð mín! Ætlar tú tær av álvara at fara so illa við hesi einkju, sum eg gisti hjá, at tú letur son hennara doyggja? 21Og hann toygdi seg tríggjar ferðir yvir sveinin og rópaði á Harran og segði: «Harri, Guð mín, lat lívið koma aftur í henda svein!» 22Og Harrin hoyrdi rødd Elia, og lívið kom aftur í sveinin, so at hann livnaði uppaftur. 23Elia tók sveinin og bar hann av loftinum niður í stovuna; og hann gav hann móður síni og mælti: «Sí, sonur tín livir!» 24Tá mælti konan við Elia: «Nú veit eg av sonnum, at tú ert Guðsmaður, og at orð Harrans í munni tínum er sannleiki!»
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 17: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society