1
Fyrra Kongabók 18:37
BÍBLIA
FB
Hoyr meg, Harri; hoyr meg, so hetta fólk má sanna, at tú, Harri, ert Guð, og at tú snýrt hjørtu teirra aftur til tín!»
Compare
Explore Fyrra Kongabók 18:37
2
Fyrra Kongabók 18:36
Men um tað mundið, tá ið grónofrið skuldi verða framborið, steig Elia profetur fram og mælti: «Harri, Guð Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Guð, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum!
Explore Fyrra Kongabók 18:36
3
Fyrra Kongabók 18:21
Tá steig Elia fram fyri alt fólkið og mælti: «Hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Guð, tá fylgið honum; men er Báal Guð, tá fylgið honum!» Og fólkið fekk einki svarað honum.
Explore Fyrra Kongabók 18:21
4
Fyrra Kongabók 18:38
Tá fell eldur Harrans niður og oyddi brenniofrið, brenniviðin, steinarnar, ja eisini vatnið í veitini turkaði hann upp.
Explore Fyrra Kongabók 18:38
5
Fyrra Kongabók 18:39
Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: «Harrin er Guð! Harrin er Guð!»
Explore Fyrra Kongabók 18:39
6
Fyrra Kongabók 18:44
Men sjeyndu ferð mælti hann: «Nú stígur lítið skýggj eins og manshond upp úr havsbrúnni.» Tá mælti Elia: «Far og sig við Ákab: Set nú fyri vagnin og skunda tær oman, so at tú ikki verður hindraður av regninum!»
Explore Fyrra Kongabók 18:44
7
Fyrra Kongabók 18:46
Men hond Harrans kom yvir Elia, og hann gyrdi seg um lendar og rann undan Ákabi alla leiðina til Jizreel.
Explore Fyrra Kongabók 18:46
8
Fyrra Kongabók 18:41
Síðan mælti Elia við Ákab: «Far nú niðan og et og drekk, tí at eg hoyri róm av regni!»
Explore Fyrra Kongabók 18:41
9
Fyrra Kongabók 18:43
Seinnameiri mælti hann við svein sín: «Far niðan og lít út yvir havið!» Hann fór niðan og hugdi eftir, men segði seg einki at síggja. Sjey ferðir bað hann hann fara niðan, og sjey ferðir kom sveinurin aftur.
Explore Fyrra Kongabók 18:43
10
Fyrra Kongabók 18:30
Tá segði Elia við alt fólkið: «Komið higar til mín!» Og tá ið alt fólkið var komið fram til hansara, fór hann at byggja uppaftur altar Harrans, ið niður hevði verið rivið.
Explore Fyrra Kongabók 18:30
11
Fyrra Kongabók 18:24
Ákallið tit tá navn guds tykkara, og eg skal ákalla navn Harrans. Tann gudur, ið tá svarar við eldi, hann er Guð!» Tá svaraði alt fólkið og segði: «Henda ætlanin er góð!»
Explore Fyrra Kongabók 18:24
12
Fyrra Kongabók 18:31
Og Elia tók tólv steinar samsvarandi talinum á ættargreinum Jákups, ið Harrin hevði talað við og sagt: «Ísrael skal navn títt verða!»
Explore Fyrra Kongabók 18:31
13
Fyrra Kongabók 18:27
Men um middagsleitið fór Elia at speireka teir og siga: «Rópið harðari; tí at hann er jú gudur; hann hevur annað at hugsa um; ella hann kann hava tikið seg burtur úr stað ella vera farin út at ferðast; eisini kann hann vera sovnaður og má tí vekjast upp.»
Explore Fyrra Kongabók 18:27
14
Fyrra Kongabók 18:32
Og hann bygdi í navni Harrans altar av steinunum og gróv veit rundan um altarið til støddar sum teigur, ið tvær seur av sáði fara í.
Explore Fyrra Kongabók 18:32