YouVersion Logo
Search Icon

Sefanja 2

2
Dagur Harrans og heidningarnir
1Boyggið og eyðmýkið tykkum, tit fólk, sum ikki blúgvast, 2áður enn tit verða sum fúkandi sáður, áður enn tit koma fyri brennandi bræði Harrans, áður enn vreiðinnardagur Harrans kemur yvir tykkum! 3Søkið Harran, øll tit eyðmjúku í landinum, sum halda boðorð hans; stundið á rættlæti, stundið á eyðmýkt; kanska finna tit skjól á vreiðidegi Harrans; 4tí at skjótt skal Gaza vera reyn og Askalon oyði; á alljósum degi skal Asdod í útlegd, og Ekron skal týnast. 5Vei teimum, ið búgva fram við havinum; fólkinum av Kretaætt! Eg skal kúga teg, Filistaland, og oyða teg, so eingin býr har meira! 6Tú skalt verða at haga, har hirðar hava seyðabyrgi. 7Tá skal landið fram við havinum fáa leivdina av Júdahúsi og hirðarnir lata seyð sín beita har og bølast á kvøldi í Askalons húsum; tí at Harrin, Guð teirra, man vitja teir og snúgva lagnu teirra. 8Eg havi hoyrt Móabs háðan og spottan Ammonita, hvussu teir háðaðu fólk mítt og brettu sær móti landi teirra. 9Tí skal tað, so satt sum eg livi, sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, verða við Móab sum við Sódomu og við Ammonitum sum við Gómorru; teir skulu verða at notulendi, at saltgryvju og ævigum oyði; leivdin av fólki mínum skal ræna teir, og eftirstøðan í tjóð míni arva teir. 10Hetta skulu teir fáa fyri hugmóð sítt, fyri at teir vanvirdu fólkið hjá Harra herliðanna og brettu sær móti teimum. 11Øgiligur kemur Harrin yvir teir, tí at hann skal oyða av jørðini allar gudar; og allir heidnir oyggjaskeggjar skulu níga fyri honum, hvør á sínum staði. 12Eisini tit, Blálendingar, skulu falla fyri svørði Harrans; 13síðan bregður hann hondini móti norðuri og beinir fyri Assur. Nineve ger hann at reyni og oyðisondum; 14har skulu fæflokkar hølast og alskyns villdjór; pelikánar og stjørnuhegrar hava náttból á súlnahøvdum hennara, uglur grenja í gluggunum, og ravnar gorra á gáttini. 15Hetta er hin gleimmikla borg, ið búði so trygg og hugsaði við sjálvari sær: «Eg og eingin onnur!» Hvussu hon er vorðin at oyði, villdjórum til bøli! Hvør, ið kemur fram við henni bríkslar og veittrar við hondini háðuliga.

Currently Selected:

Sefanja 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy