YouVersion Logo
Search Icon

Zakarja 7

7
Ikki sorg og føsta, men viðvending førir til frelsu
1Á fjórða ríkisári Dáriusar kongs, kom orð Harrans til Zakarja á fjórða degi hins níggjunda mánaðar, í kislev mánaði. 2Tá vórðu Betel-Sarezer og Regem-Melek og menn hansara sendir avstað til tess at biðja Harran um náði 3við hesum fyrispurningi til prestarnar við hús Harra herliðanna og til profetarnar: «Skal eg enn gráta og fasta í fimta mánaði, eins og eg nú havi gjørt í mong ár?» 4Tá kom orð Harra herliðanna til mín soljóðandi: 5Sig við fólkið alt í landinum og við prestarnar: Tit hava nú í sjeyti ár fastað og syrgt í fimta og sjeynda mánaðinum, men er tað mín vegna, at tit hava fastað? 6Og tit hava etið og drukkið, men eru tað ikki tit sjálvir, sum hava etið og drukkið? 7Eru hetta ikki tey orð, sum Harrin læt kunngera við hinum fyrru profetunum, tá ið fólkið enn livdi í friði og náðum í Jerúsalem og borgunum har um leið, og suðurlandið og láglandið enn var bygt? 8Og orð Harrans kom framvegis til Zakarja soljóðandi: 9So sigur Harri herliðanna: Dømið rættvísar dómar og eyðsýnið hvør øðrum kærleika og miskunnsemi; 10kúgið ikki einkjur og faðirleys, fremmandar og neyðstødd, og havið ikki ilt í huga hvør móti øðrum! 11Men teir vildu ikki geva tí gætur og treiskaðust; teir gjørdu oyru síni deyv, til tess at teir ikki skuldu hoyra, 12og hjørtu síni gjørdu teir hørð sum diamant, so at teir ikki hoyrdu lógina og tey orð, sum Harri herliðanna við anda sínum sendi við hinum fyrru profetunum; tí kom mikil vreiði frá Harra herliðanna. 13Men eins og hann kallaði, og teir vildu ikki hoyra, soleiðis skal eg ikki heldur hoyra, tá ið teir rópa til mín, sigur Harri herliðanna; 14eg skal foykja teir út millum allar tjóðir, sum teir ikki kenna, so at landið liggur eftir teir sum oyðimørk, har eingin ferðast burtur og aftur. At oyðimørk teir gjørdu tað yndisliga landið.

Currently Selected:

Zakarja 7: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in