Zakarja 6
6
Áttanda sjón: Hervagnar Harrans
1Eg hevjaði aftur eygu míni, leit meg um, og tá sá eg fýra vagnar koma fram millum tvey fjøll; men tað vóru fjøll av kopari. 2Fyri fyrsta vagninum vóru reyðir hestar, fyri øðrum vagninum svartir, 3fyri triðja vagninum hvítir hestar og fyri fjórða vagninum flekkutir. 4Og eg tók til máls og spurdi eingilin, sum talaði við meg: «Hvat merkja hesir, Harri mín?» 5Eingilin svaraði og segði við meg: «Hetta eru himinsins fýra vindar; teir hava verið frammi fyri Harra alrar jarðar og halda nú avstað. 6Vagnurin við svørtum hestum fyri fer til norðurlandsins, hinir hvítu til eysturlandsins, hinir flekkutu til suðurlandsins, 7og hinir reyðu fara vestureftir.» Og tá ið teir strongdu á at fara út um jørðina, segði hann: «Haldið avstað, farið út um jørðina!» Og teir fóru út um jørðina.
Andi Harrans kemur til Jødanna í Bábel
8Tá kallaði hann á meg og segði við meg: «Sí, teir, sum halda norðureftir, fara at svala vreiði Harrans á norðursins landi!»
Andi Harrans vekur upp vandlæti teirra fyri Harranum
9Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: 10Tak tú við gávum av hinum herleiddu: av Heldai, Tóbija og av Jedaja, og far í dag inn á gólv hjá Jósia Sefanjasyni; teir eru komnir úr Bábel; 11lat hann fáa tær silvur og gull og búgv til krúnu og set hana á høvur Jósva Józadakssonar høvuðsprests 12við hesum orðum: Sí, sigur Harri herliðanna, her er maðurin, «Gróðurteinur» nevndur; av rótum hans man spretta; hann skal byggja tempul Harrans; 13ja, hann skal byggja tempul Harrans, hann skal ljóta tign og sita sum drotnari í hásæti sínum; honum til høgru handar skal prestur vera, og millum teir báðar skal góð semja vera. 14Men krúnan skal verða í templi Harrans til minnis um Heldai, Tóbija, Jedaja og Hen Sefanjason. 15Menn úr fjarlegd munnu koma og hjálpa til at byggja tempul Harrans; og tá munnu tit sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg til tykkara. Soleiðis skal vera, um tit lýða rødd Harrans, Guðs tykkara.
Currently Selected:
Zakarja 6: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society