YouVersion Logo
Search Icon

Zakarja 8

8
Fyrijáttanir um frelsu Ísraels
1Orð Harra herliðanna kom soljóðandi: 2So sigur Harri herliðanna: Eg eri vandlátur um Zion við miklum vandlæti; ja, av miklari vreiði eri eg vandlátur um hana. 3So sigur Harrin: Eg komi aftur til Zions og taki upp bústað í miðjari Jerúsalem; og Jerúsalem skal nevnast «borgin trúfasta», og fjall Harra herliðanna «fjallið halga». 4So sigur Harri herliðanna: Enn skulu gamlir menn og gamlar konur sita á Jerúsalems torgum og hvør teirra hava stav í hendi fyri elli sakir. 5Borgartorgini skulu vera full av dreingjum og gentum, ið har halda sær at gaman. 6So sigur Harri herliðanna: Um tað nú tykist teimum, ið eftir eru av hesum fólki, ómøguligt, man tað tá eisini tykjast mær ómøguligt? sigur Harri herliðanna. 7So sigur Harri herliðanna: Sí, eg man bjarga fólki mínum heim úr landinum fyri eystan og úr landinum fyri vestan; 8eg flyti tey heim aftur, og tey skulu búgva í miðjari Jerúsalem og vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra í trúfesti og rættlæti. 9So sigur Harri herliðanna: Verið hugreystir tit, sum á hesum døgum hava hoyrt hesi orð av munni profetanna alt frá tí degi, tá grundað varð fyri húsi Harra herliðanna, so at templið kundi verða bygt. 10Tí at frammanundan hesum døgum kom eingin úrtøka burtur úr strevi manna og strevi djóra; tey, sum gingu út og inn, fingu ongan frið fyri fíggindum, og allar menn læt eg leypa hvønn á annan. 11Men nú vil eg ikki vera móti teimum, ið eftir eru av hesum fólki, eins og eg var í forðum, sigur Harri herliðanna; 12tí at nú sái eg frið; víntræið skal bera sín ávøkst, jørðin sín gróður, og himinin veita sína døgg; og alt hetta gevi eg teimum, ið eftir eru av hesum fólki, til ognar. 13Og eins og tit, Júda ætt og Ísraels ætt, hava verið havdar sum bølbiðingarorð millum tjóðanna, soleiðis skulu tit nú, tá ið eg havi frelst tykkum, verða eitt signingarynski. Óttist ikki, verið hugreystir. 14Tí at so sigur Harri herliðanna: Eins og eg seti í meg at fara illa við tykkum, tá ið fedrar tykkara reittu meg til vreiði, og eg ikki iðraði meg um tað, sigur Harri herliðanna, 15soleiðis havi eg aftur sett í meg á hesum døgum at gera væl móti Jerúsalem og Júdahúsi. Óttist ikki. 16Hetta er tað, sum tit eiga at gera: Talið sannleika hvør við annan og dømið í borgarliðum tykkara rættvísar dómar, ið elva frið; 17havið ikki ilt í huga hvør móti øðrum og stundið ikki eftir at gera rangar eiðir; tí at alt tílíkt hati eg, sigur Harrin. 18Og orð Harra herliðanna kom til mín soljóðandi: 19So sigur Harri herliðanna: Føstan í fjórða mánaði og føstan í fimta mánaði og føstan í sjeynda mánaði og føstan í tíggjunda mánaði skulu vera Júdahúsi til gleði og fagnaðar og at sælum hátíðar døgum; men elskið sannleika og frið. 20So sigur Harri herliðanna: Enn skulu koma heilar tjóðir og fólk úr mongum borgum; 21og íbúgvar úr eini borg skulu koma til íbúgvar í aðrari borg og siga: Latum okkum fara at blíðka Harran og søkja Harra herliðanna! Eisini eg komi við! 22Soleiðis munnu fjølmentir tjóðflokkar og veldigar tjóðir koma til tess at søkja Harra herliðanna í Jerúsalem og til tess at biðja Harran um náði. 23So sigur Harri herliðanna: Á teimum døgum munnu tíggju menn av øllum tungumálum tjóðanna tríva í kyrtilfaldin hjá einum Júdamanni og siga: Vær viljum fara við tykkum, tí at vær høvum hoyrt, at Guð er við tykkum.

Currently Selected:

Zakarja 8: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in